Norðurlendski Íløgubankin (NIB) og almenna danska orkufelagið Dong hava skrivað undir eitt lán upp á tilsamans 240 mió. evrur (1,8 mia. kr.) til fígging av Anholt sjóvindmylluparkini.
Tað upplýsir Dong sambært Ritzau Finans.
Lánið gongur yvir 10 ár og fíggjar eina av heimsins størstu sjóvindmylluparkum, sum verður staðsett í Kattegat millum Jylland og Anholt.
- Lánið til nýggju sjóvindmylluparkina hjá Dong Energy stuðlar upp undir strembanina hjá donsku myndugleikunum at gera landið minni heft av fossilum brennievnum, siger Johnny Åkerholm, stjóri í NIB.
111 vindmyllur
Sjómylluverkætlanin umfatar 111 vindmyllur, sum hvør hevur ein mátt upp á 3,6 MW. Roknað verður við, at sjóvindmylluparkin verður klár at veita fyrsta streymin í 2012.
Norðurlendski Íløgubankin, NIB, er ein felags, altjóða fíggingarstovnur fyri norðurlond og baltisku londini.
NIB veitir langfreistaða fígging til orku-, umhvørvis-, flutnings-, logistikk-, samskiftis- og nýskapanarvinnuna í sambandi við verkætlanir, ið styrkja kappingarførleikan og verja umhvørvið.
NIB hevur hægst møguligu kredittmeting, AAA/aaa, hjá leiðandi kredittmetingarstovnunum Standard & Poor's og Moody's.