Danska elfelagið EnergiMidt í Silkeborg er júst farið undir nýtt og áhugavert samstarv við 20 húski, sum hvar sum helst og nær sum helst kunnu fylgja við og ansa eftir orkunýtsluni við hús.
EnergiMidt hevur í hesum sambandi eisini tikið upp samstarv við margmiðlaframleiðaran Apple um nýggja møguleikan. Í stuttum ber hetta í sær, at tey 20 húskini kunnu halda seg ajour við orkunýtsluna har heima á sínum iPhone-fartelefonum.
EnergiMidt bjóðar húskjunum nýggju tænastuna uttan útreiðslur fyri brúkararnar. Ein kundi í EnergiMidt eigur hugskotið.
iPhone best egnað
- Fleiri og fleiri fólk fáa sær eina framkomna fartelefon, og EnergiMidt vil fegið royna tøknina og møta kundunum á teimum miðlunum, teir brúka. Við tað at iPhone er ein av best umtóktu fartelefonunum, hava vit valt hana sum fyrsta ískoyti til nýtsluyvirlit okkara á netinum, sigur Dennis Lytken Jensen, framleiðslustjóri í EnergiMidt, sambært danskenergi.dk.
Elfelagið sigur, at tað ætlar at menna líknandi tænastur til onnur sløg av fartelefonum - í fyrsta umfari Android.