Danskir granskarar á odda við vetnis-orku

Gevur vón um nýggja bíliga varandi orku.

Um allan heim kappast granskarar um at finna útav, hvussu evnini hjá plantum at framleiða brennievni úr hydrogen (betri kent sum brint/vetni), við hjálp av sólarljósi, kunnu eftirlíknast.

Higartil hevur menningin gingið spakuliga, millum annað orsakað av vantandi bíligum tilfari, ið kann brúkast til at klúgva vatn til hydrogen og ilt.

Men nú hevur tað eydnast donskum og altjóða granskarum, ístaðin fyri dýra platinið, at brúka nógv bíligari tilfar úr molybden og svávuli, sum kann virka sum katalysatorur.

- Molybden er eitt bíligt katalysatortilfar til vetnisgerð og tí eitt áhugavert alternativ til platin, sigur Ib Chorkendorff á DTU, sum hevur staðið á odda fyri royndunum við molybdensulfid, við Ritzau.

Kann fáa stóran týdning

Granskararnir á Danmarks Tekniske Universitet (DTU) hava í samstarvi við ein bólk undir danskari leiðslu á Stanford University og SLAC National Accelerator Laboratory júst almannakunngjørt úrslitini í vísindaliga tíðarritinum Nature Materials.

Jens K. Nørskov, professari og leiðari fyri granskingarbólkinum á Stanford og SLAC, vónar, at úrslitini fara at hava týdning í framleiðsluni av vetni og harvið eini framtíðar varandi orkuveiting.

- Eg vóni, at okkara úrslit fara at gera mun í útveganini av einum reinum og burðardyggum brennievni, sigur Jens Nørskov.

Langt á mál

Enn er kortini langt á mál, leggur hann dent á.

Hydrogen ella vetni er eitt orkuríkt og reint brennievni og er sostatt ein møguligur avloysari fyri fossilu brennievnini (kol, olju og gass).

Í dag verður vetni fyri tað mesta gjørt burturúr jarðgassi, sum hevur stórt CO2-útlát við sær.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking