Privatu elkundarnir í Danmark rinda árliga 2 mia. kr. ov nógv fyri streym.
Liberialiseringin av elmarknaðinum hevur ikki sum væntað fingið hundraðtúsundtals danir at skifta elfelag. Tvørturímóti stendur kappingin í stað, og brúkararnir hava síðani 2003 mist umleið 16 mia. kr. í lovaðum sparingum.
Hetta hevur fingið Kappingar- og Brúkararáðið at rakna við.
10 pst. í sparingum
- Vit halda, at møguleikar eru fyri bæði at bøta um kappingina og elprísin, sigur Jakob Schaumborg-Müller, skrivstovustjóri í Kappingar- og Brúkararáðnum, við Jyllands-Posten.
Endamálið við einum fríum elmarknaði var at fáa kundarnar at skifta elfelag í eini roynd at útvega betri og bíligari elloysnir og harvið trýsta feløgini til størri kapping.
Í krónum var boðskapurin frá politisku flokkunum aftanfyri liberaliseringina, at elrokningin hjá dønum fór at lækka við 10 pst. Eitt vanligt húski brúkar árliga streym fyri 9.000-10.000 kr.
Veruleikin ein annar
Í dag er veruleikin, at bert fá pst. av teimum 3,1 mió. privatu elkundunum í Danmark skifta elfelag. Tí ætlar Kappingar- og Brúkararráðið nú at finna útav, hvat skal til fyri at fáa fleiri privat at skifta elfelag.
Í felagsskapinum hjá donsku elfeløgunum, Dansk Energi, geva tey politikarunum skyldina fyri, at miljardavinningurin enn ikki er komin undan kavi.
Tá samtykt varð at skipa ein frían elmarknað, hildu politikararnir fast um eina sokallaða "veitingarskyldugavøru". Hetta tryggjar, at elkundar altíð hava streym í stikkkontaktini fyri ein rímiligan prís. Men loysnin er ein koddi hjá brúkarunum, sum ikki verða noyddir at biðja um tilboð frá øðrum feløgum, ljóða atfinningarnar frá elfeløgunum.
- Veitingarskyldugavøran er eitt missfostur í einum liberaliseraðum marknaði, sigur Lars Aagaard, stjóri í Dansk Energi.
Hann heilsar nýggju kanningini vælkomnari, men leggur samstundis dent á, at privatkundarnir ikki skulu rokna við stórum sparingum.
- Vit skulu eisini vera ærlig og siga, at fyri tey allarflestu er talan bert um lutfalsliga lítlar upphæddir, ið sparast kunnu við at skifta elveitara, sigur Lars Aagaard.
Kanningarúrslit fyriliggur í summar
Í fjør almannakunngjørdi danska Veðurlags- og orkumálaráðið eina frágreiðing, ið vísir, at elrokningin hjá privatum - reinsað fyri hækkandi orkuprísum, CO2-kvotum, meirvirðisgjaldi og avgjøldum - er hækkað 21 pst. síðani liberaliseringina.
Kappingar- og Brúkararáðið væntar, at eitt kanningarúrslit fyriliggur í summar.
Í 2009 brúktu teir 3,1 mió. privatu elkundarnir í Danmark stívliga 10,1 mia. kilowatttímar. Í Danmark kostar ein kilowatttími í dag umleið 2,00 kr.