Danski vindmylluídnaðurin kundi í gjár hátíðarhalda sín 30 ára stovningardag.
Hóast ongin kappingarneyti í heiminum kemur danska vindmylluídnaðinum til kníggja, tá tað kemur til aldur, standa donsku framleiðararnir og undirveitarar teirra yvir fyri eini risastórari avbjóðing, tá tað kemur til at varðveita oddastøðuna á marknaðinum - ikki minst í mun til kinesarar.
Hetta kom týðuliga fram í orðaskiftinum á 30. ársfundinum hjá Vindmylluídnaðin í Aarhus, har lítið tos var um at njóta heiðurin:
- Tað er sera umráðandi, at ídnaðurin ger sær greitt, hvat vit eru uppi ímóti kring um í heiminum. Spurningurin er, um vit sum fyritøkur og sum land kunnu koyra nóg skjótt til tess at varðveita støðu okkara, segði Ditlev Engel, stjóri í Vestas á ársfundinum, sambært ing.dk.
Tekniski stjórin hjá Siemens Wind Power, Henrik Stiesdal, var samdur:
Snildari og skjótari
- Vit skulu vera bæði snildari og skjótari, skulu vit standa okkum ímóti kinesarum, so øll mugu gera sær greitt, at kappingin ongantíð heldur uppat, og at vit allatíðina skulu renna skjótari - hóast tað kanska nú virkar sum púra ómøguligt, segði hann.
Málið við knossinum hjá vindmylluframleiðarunum er allatíðina at fáa sokallaða ’cost-of-energy’ niður – altso framleiðsluprísin fyri vindorku, sum sambært Henrik Stiesdal skal niður og kappast við fossilu brennievnini.
Bæði Engel og Stiesdal halda, at samstarv – millum undirveitarar og framleiðarar og millum framleiðarar og vísindastovnar kring heimin – er eitt av svarunum til avbjóðingina við allatíðina at vera skjót og skørp.
Showcase
Fleiri av luttakarunum í orðaskiftinum vístu eisini á, at Danmark hevur einastandandi møguleikar fyri at gerast ein showcase fyri, hvussu vindorka í stórum stíli kann fáast at virka í eini orkuskipan. Men hetta skal vera skjótt - áðrenn vit verða yvirhálaðir av øðrum, førdu teir fram.
Ein teirra var varastjórin í Dong Energy, Christina Grumstrup Sørensen, ið ferðast nógv úti í heimi:
- Eg haldi ikki, at forrætningin Danmark reiðiliga skilur, hvad tað er, hon hevur við at gera á vindøkinum. Vit eru so unikk, at øll hyggja okkara veg, og hetta gevur okkum ein heilt einastandandi møguleika at gerast staðið, øll vilja læra av. Ið hvussu er eitt sindur aftrat, segði hon.
Saknar fólksliga undirtøku
Ditlev Engel legði dent á, at um Danmark skal vera ein showcase við rættiliga mongum vindmyllum, so krevur tað fólksliga undirtøku í sambandi við staðseting av hesum vindmyllum, sum virkisætlanin hjá stjórnini eisini mælir til.
Danski vindmylluídnaðurin umsetti í 2010 fyri 55,3 miljardir krónur heima og 98,8 miljardir úti í heimi. Útflutningurin vaks til 46,2 miljardir krónur í fjør og 25.000 fólk starvast í ídnaðinum.