Danski orkumálaráðharrin viðgongur bummara

Fólkatingið hevur við samtykt síni um Anholt-vindmylluparkina keypt varandi orku fyri ein prís, ið er umleið 40 pst. hægri enn veruligi kostnaðurin.

Eftir harðar atfinningar viðgongur danski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Lykke Friis, nú, at komandi vindmylluparkin við Anholt er vorðin alt ov dýr.

- Vit skulu hava mest møguliga grøna orku fyri pengarnar. Vit mugu viðganga, at tað fingu vit ikki á henda háttin, sum hetta útboðið var skrúvað saman upp á, sigur Lykke Friis við Jyllands-Posten.

Alt ov dýr orka

Orkufelagið Dong er einasta felagið, ið hevur boðið upp á vindmylluparkina við Anholt, ið verður ein av heimsins størstu.

Fólkatingið góðtók kravið hjá felagnum um ein minstaprís upp á 1,05 krónu fyri hvønn kilowatttíma (kWh).

Vinnulívsfelagsskapir og fyritøkur hava seinastu dagarnar funnist at ráðharranum fyri at oyðsla við pengunum hjá vinnulívinum.

Sambært atfinnarunum hevur Fólkatingið vegna vinnulívið keypt varandi orku fyri ein prís, ið er umleið 40 prosent hægri enn veruligi kostnaðurin.

Nýtt útbjóðingartilfar

Ráðharrin kemur nú atfinnarunum á møti og vrakar útbjóðingarmodellið, ið varð brúkt í sambandi við útbjóðingina av Anholt-parkini.

- Vit skulu læra av hesum málinum. Eg ætli mær ikki at endurtaka eina útbjóðing á henda hátt. Vit eru í fullari ferð við at skrúva eitt útbjóðingarmodell saman, har vit tryggja okkum grønan streym fyri ein rímiligan prís, sigur Lykke Friis við Jyllands-Posten.

Hon angrar tó ikki, at hon og semingsflokkarnir góðtóku tilboðið hjá Dong.

- Høvdu vit bjóðað út av nýggjum, høvdu vit endað í eini støðu, har Danmark hevði mist sítt trúvirði sum útbjóðari av framtíðar sjómylluparkum. Tað hevði verið sum at lagt eitur út fyri framtíðar útbjóðingum, heldur hon.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking