Danski CO2-niðurskurðurin øktur úr 20 upp í 30 pst.

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, tekur undir við tilmælinum hjá Veðurlagsnevndini hjá stjórnini um at økja niðurskurðin av CO2-útlátinum hjá Danmark og ES úr 20 upp í 30 prosent.

Á ráðstevnuni ”Green Growth Economies”, sum byrjaði í Bellasentrinum í Keypmannahavn í dag, rósti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, forkvinnuni í Veðurlagsnevndini, Katherine Richardson, fyri eitt vælaverk og tók samstundis undir við at lyfta málsetningin úr 20 prosent CO2-niðurskurði til 30 prosent niðurskurð í ES, sum Dansk Energi eisini hevur mælt til.

Má ikki darva kappingarevnunum

Hann legði samstundis dent á, at málsetningurin um 30 prosent CO2-niðurskurð ikki má darva kappingarevnunum hjá donskum fyritøkum og kosta arbeiðspláss í Danmark.

Forsætisráðharrin gjørti haraftrat greitt, at stjórnin við støði í frágreiðingini hjá Veðurlagsnevndini nú fer at orða eina stjórnarætlan fyri einum framtíðar donskum samfelagi uttan fossil brennievni, sum eftir ætlan skal leggjast fram innan árslok.

 

Forsætisráðharrin endaði røðu sína við at leggja dent á, at Danmark og ES ikki megna veðurlagsavbjóðingina einsamøll og mælti tí til eitt felags alheims átak til tess at fáa grønar loysnir til vega.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking