Danmark uttan olju, gass og kol í 2050

Sambært veðurlagsnevndini hjá donsku stjórnini kann Danmark verða óheft av fossilum brennievnum um 40 ár.

Veðurlagsnevndin hjá donsku stjórnini legði fyrrapartin fram frágreiðing sína um, hvussu Danmark kann gerast óheft av koli, gassi og olju.

Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, rósar arbeiðnum hjá nevndini.

- Eg haldi, at talan er um eitt frálíkt arbeiði, sum veðurlagsnevndin hevur gjørt. Líkt er til, at vit nú hava fingið ein amboðskassa, sum gevur okkum fleiri av teimum amboðum, sum vit skulu brúka til tess at lúka málini hjá stjórnini um at gera Danmark óheft av fossilum brennievnum, sigur Lykke Friis og heldur fram:

- Fyri meg er stóri spurningurin í hesum orðaskiftinum: Fara vit at senda nógvar miljardir krónur av landinum á hvørjum ári við at halda fram við at vera heft av olju ella gassi, ella fara vit heldur at brúka pengarnar í Danmark til grøna orku og okkara egnu tøkniligu loysnir. Eg helli so avgjørt til tað seinna.

Hava hópin av uppskotum

Veðurlagsnevndin kemur í síni frágreiðing við hópin av ítøkiligum uppskotum til, hvussu Danmark skal fremja umleggingina til eina grøna orkuveiting, har havvindmyllur, biomassi. hitapumpur, elbilar og orkusparingar hava ein stóran leiklut.

Veðurlags- og orkumálaráðharrin sigur sambært danskenergi.dk, at stjórnin nú fer at nærlesa einstøku tilmælini frá veðurlagsnevndini, og síðani fer stjórnin at koma við síni egnu ætlan:

- Eg vóni, at vit innan árslok kunnu leggja ætlanina hjá stjórnini fram, um hvussu Danmark verður óheft av fossilum brennievnum. Danmark verður eitt av fyrstu londunum, sum leggur fram eina samlaða ætlan fyri, hvussu vit fáa skift kol, olju og gass út við varandi orkukeldur, sigur Lykke Friis og vísir á, at dentur fer at verða lagdur á, at umleggingin tekur atlit at kappingarevnunum hjá vinnulívinum og pengapunginum hjá dønum.

Ikki ókeypis

- Vit vita, at prísurin á orku fer at hækka, so sjálvandi verður umleggingin ikki ókeypis. Eg havi tó lagt til merkis, at útrokningarnar hjá veðurlagsnevndini vísa, at vit ikki fáa eina stóra eykarokning, tá vit leggja um til grøna orku ístaðin fyri at halda fram við fossilu brennievnunum.

- Men júst tí tað ikki verður ókeypis, er tað umráðandi, at vit gera hetta við umhugsni. Fyri stjórnina er tað av avgerandi týdningi, at umleggingin til eitt samfelag óheft av fossilum brennievnum gongur hond í hond við kappingarevnini og royndirnar at útvega fleiri arbeiðspláss. Tí skulu vit nú heim og nærlesa uppskotini, áðrenn vit kunnu leggja okkara egnu ætlan fram, sigur Lykke Friis.

Danmark uttan olju, gass og kol í 2050

Sambært veðurlagsnevndini kann Danmark verða óheft av fossilum brennievnum um 40 ár.

- Hetta kann lata seg gera, og tað fer ikki at kosta ein bóndagarð, er høvuðsboðskapurin í frágreiðingina hjá nevndini.

- Okkara boðskapur er, at hetta als ikki er ein ómøgulig uppgáva. Danmark kann gerast púra óheft av fossilum brennievnum í 2050, um farið verður undir miðvíst samanhangandi arbeiði til tess at røkka hesum máli - um vit væl at merkja leggja til brots nú, sigur formaðurin í veðurlagsnevndini, Katherine Richardson, í einum tíðindaskrivi.

Hon vísir á, at umframt veðurlagsliga vinningin eru eisini stórir fyrimunir fyri veitingartrygdina við at sleppa av við fossilu brennievnini. Eftirspurningurin eftir orku fer at hækka, meðan oljugoymslurnar verða minni.

- Goymslurnar, vit kenna til, kunnu nøkta alheims nýtsluna í góð 40 ár, og sjálvt um vit finna tvær ferðir so nógva olju, er tað framvegis ikki long tíð til so stóra umlegging. Fyrr ella seinni noyðast øll lond at taka støðu til, hvat tey vilja gera aftaná oljuna. Vert er eisini at minnast til, at oljan og jarðgassið ikki eru javnt býtt um klótuna, og vit eru í vanda fyri í alsamt størri mun at gerast bundin av londum í Miðeystri og Russlandi fyri at kunna nøkta okkara tørv, sigur hon.

Danmark á odda

Í sambandi við frágreiðingina hjá donsku veðurlagsnevndini, sigur ES-veðurlagskommisserurin, Connie Hedegaard:

Danmark er fyrsta landið í Evropa, ið hevur lagt fram eina so gjøgnumarbeidda og neyvan ætlan um, hvat ið krevst fyri at fremja umleggingina til eitt samfelag, sum er óheft av fossilum brennievnum. Eg vóni, at hetta gevur øðrum londum kring heimin íblástur. Og um Danmark so eisini verður á odda, tá ið ræður um at seta ætlanina í verk, so eri eg ikki eitt sekund í iva um, at tað eisini fer at skapa innovatión og harvið nýggjar møguleikar fyri danska vinnulívið.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking