Elbilafyritøkan ChoosEV sendir nú elbilar út til 2.400 donsk húski sum lið í størstu elbilaroyndini í Evropa. Hetta verður gjørt til tess at kanna, hvussu brúkarin og danska samfelagið fara at taka ímóti elbilinum, tá hann av álvara fer at gera innrás næstu árini.
Tað skrivar danskenergi.dk.
Nærum hvønn dag hoyra vit eydnusælur søgur um elbilin. Søgur, ið snúgva seg um møguleikarnar, elbilurin gevur okkum. T.d. frálíka møguleikan at goyma varandi orku, møguleikan at minka um larmin og at skerja bitladálkingina.
Hvat við búkaranum?
Men enn er alt ov lítið fokus á brúkaranum, og á hvussu samfelagið - orku- og undirstøðukervi okkara - fer at taka ímóti elbilinum.
Hetta skal kannast nú við at senda elbilin út til brúkaran til royndarkoyringar, og í hesum sambandi sendir ChoosEV 300 elbilar út á vegirnar.
Alt Danmark skal vera við, so 30 grønar kommunur kunnu gleða seg um at hava 10 elbilar til taks, sum tær púra ókeypis kunnu lána borgarum sínum í 3 mánaðir í senn.
2.400 húski við í royndini
Hetta merkir, at 2.400 húski fáa praktiskar royndir við at koyra elbil. Hetta fer m.a. at útvega eina rúgvu av virðismiklum tekniskum upplýsingum, t.d um battarítøknina, koyrimynstur og týdningin, elbilurin hevur fyri elnetið.
Henrik Isaksen, stjóri í ChoosEV, sigur:
- Mesta tosið higartil hevur snúð seg um, hvat fólk halda um elbilin. Nú vilja vit hava nakrar sannroyndir á borðið. Sum øll onnur nýggj tøkni skal elbilurin eisini finna sítt pláss. Fyri okkum, ið hava elbilin tætt inni at lívinum, verður spennandi at síggja úrslitið, og harumframt at síggja, um elbilurin í roynd og veru hevur politiska og samfelagsliga undirtøku.
Størsta elbilaroyndin í Evropa ber í sær, at Danmark framvegis kann breggja sær av at vera heilt frammi í oddinum, tá tað snýr seg um varandi orku og grøna tøkni. Fleiri orkufeløg og partnarar, sum fáa gagn av stóru nøgdunum av virðismiklum upplýsingum, hava tí longu tikið undir við royndini. Roknað verður somuleiðis við, at tað almenna fer at stuðla royndini.