Tað fer at kosta útivið 130 mió. evrur, stívliga 970 mió. kr., at útvega nýggjastu tøknina til fjórða kaðalin, sum skal binda umformarastøðirnar í Tjele í Danmark og Kristianssand i Norra saman.
Tær báðar umformarastøðirnar, ið skulu umskapa veksilstreym til javnstreym og øvugt, skulu eftir ætlan brúka nýggju VSC-tøknina (Voltage Source Converter), sum kann stabilisera elnetið.
Elflutningurin millum Danmark og Norra verður við nýggja kaðalinum øktur við 70 prosentum sambært eini avtalu millum danska Energinet.dk og norska orkufelagið Statnett.
Kunnu brúka vindorkuna
Og sjálvt um loysnin er bæði dýrari og gevur eitt sindur størri elektriskt tap enn ein vanlig loysn, er tað ein góð íløga fyri samfelagið at velja hesa loysnina, tí tað, sum hetta fyrst og fremst snýr seg um, er at gagnnýta meiri vindorku.
- Við at gera íløgur í eina VSC-loysn gera vit íløgur í tøkni, sum stabiliserar elskipanina. Og vit eru noydd at hugsa um alternativar loysnir at stabilisera elnetið uppá, tí sum nú er eru tað orkuverkini, ið stabilisera elnetið. Í framtíðini verða færri orkuverk, tí vit fáa meiri og meiri vindorku, sigur Søren Damsgaard Mikkelsen, verkætlanarleiðari í Energinet.dk, við Jyllands-Posten.
- Nýggja sambandið fer harumframt at kunna brúkast til at tendra alla elskipanina í Jútlandi og á Fjóni upp aftur, skuldu vit fingið eitt black-out í økinum, leggur Søren Damsgaard Mikkelsen aftrat.
Samlaði kostnaðurin 3,2 mia. kr.
Energinet.dk og Statnett hava gjørt sáttmála við verkfrøðingafyritøkuna ABB um at útvega tøknina.
Kostnaðurin fyri samlaðu Skagerrak 4-verkætlanina við VSC-loysnum verður umleið 3,2 mia. kr., og eftir ætlanini skal kaðalin takast í brúk við árslok 2014.