Danmark rindar dýrasta streymin í norðurlondum

Verða elprísirnir í Danmark samanbornir við elprísirnar í Norra, Svøríki og Finnlandi, er Danmark dýrast.

Líkt er til, at tað ikki eru elprísirnir, ið gera danir til heimnsins lukkuligasta fólkaslag.

Ið hvussu er er Danmark tað landið í Skandinavia - og norðurlondum sum heild - sum á vári 2010 rindaði mest fyri el við einum prísi upp á 1,85 kr/kWh.

Tað skrivar svenska dagblaðið Aftonbladet.

Á øðrumplássi liggur Svøríki við 1,16 kr/kWh, meðan Norra rindar 1,09 kr/kWh. Bíligasta elprísin hava finnlendingar, sum bert skulu av við 78 oyru fyri hvønn kilowatttíma.

Kjarnorka ella ei

Eisini skatta- og mvg-parturin á elprísunum er hægstur í Danmark við 57 pst. Í Svøríki liggur hetta talið á 38 prosentum, í Norra á 30 pst. og Finnland sleppur við 27 pst.

Grundgevingin fyri prísstøðinum í Danmark er, at politikararnir hava ásett høgan skatt og mvg fyri at verða minni heft av fossilum brennievnum og hitaorkuverkum. Í Svøríki er skatturin hækkaður í stigum fyri at minka um tilknýtið til kjarnorkuna. Hugskotið í báðum londum er, at hægri prísir skulu fáa brúkararnar at minka um elnýtsluna.

Í Finnlandi dúva tey harafturímóti uppá nýggj kjarnorkuverk, meðan norðmenn ofta kunnu lækka prísin, tí teirra egna framleiðsla av elektrisiteti mestsum øll kemur frá bíligari vatnorku.


17.03.2025
Earth Hour 2025