Støðan hjá Danmark í mong ár sum oddaland innan menning av vindmyllum er undir hørðum trýsti - um hon ikki longu er fortíð.
Soleiðis ljóðar boðskapurin frá serfrøðingum og vinnuni sjálvari, eftir fleiri ógvusligar fráboðanir frá heimsins leiðandi vindmylluframleiðarum, skrivar Politiken.
- Einaferð var Danmark staðið, har alt hendi innan vindorku. Hesa positiónina hava vit mist, sigur Poul Houman Andersen, professari við Handilsháskúlan í Aarhus, við blaðið.
Verksmiðjuafturlatingar
Fráboðanin kemur, eftir at danski vindmylluframleiðarin Vestas hevur sent 2.400 av sínum donsku meðarbeiðarum til hús og latið fýra verksmiðjur í landinum aftur vegna lítlan eftirspurning.
Harnæst boðaði spanska vindmyllufyritøkan Gamesa frá, at hon letur menningardeild sína í Danmark aftur og ístaðin flytir til Bretlands.
Fyrr í ár frávaldu risarnir Siemens og GE Wind Danmark til fyrimuns fyri Norra, Týskland og Bretland við tí endamáli at byggja verksmiðjur og granskingardeildir har. Ætlanirnar bera í sær túsundtals nýggj arbeiðspláss.
- Eitt er, at framleiðsluarbeiðsplássini eru horvin úr Danmark. Verri er, at Gamesa flytir menningardeild sína úr landinum. Hetta er sera harmiligt og átti ikki at hent. Tað eru slík størv, vit fyri alt í verðini eiga at varðveita í Danmark. Hetta er eitt signal um, at vit í Danmark bæði mugu og skulu gera tað betri, sigur stjórin í áhugafelagnum hjá danska vindmylluídnaðinum, Jan Hylleberg, við Politiken.