Danmark liggur greitt á odda í Evropa innan menning av Smart Grid (intelligentum elneti).
Ein frágreiðing frá ES-nevndini vísir, at 22 prosent av øllum royndar- og menningarverkætlanum innan intelligent elnet fara fram á danskari jørð. Nummar tvey og trý eru ávikavist Týskland við 11 prosentum og Holland við 8,8 prosentum av verkætlanunum.
- Frálíka danska plaseringin vísir, at danska orkuøkið er katalysatorur fyri menningar- og vakstrarmøguleikum, ið eru tengdir at Smart Grid-økinum. Serliga orkufeløgini stýra menningini. Donsku orkufeløgini hava einastandandi evni til at savna fyritøkur og granskingarstovnar innan tøkni og menna og royna loysnir, ið seinni kunnu gerast nýggjar útflutningsvørur hjá Danmark, sigur Anders Stouge, varastjóri í Dansk Energi, sambært heimasíðu felagsins.
Langur luttakaralisti
Nakrar av stóru ’donsku’ Smart Grid-verkætlanunum – tildømis iPower, EcoGrid og Edison – fevna um miljónir av krónum og eina perlurøð av donskum og altjóða samstarvsfeløgum. Við í verkætlanunum eru umframt orkufeløg eisini universitet, stovnar og fyritøkur.
- Hetta er eitt øki, vit skulu liva av í framtíðini, so tað er sera týdningarmikið, at vit fáa nútíðargjørt reguleringina av elnetfeløgunum. Sum nú er verða tey revsað búskaparliga, um tey gera íløgur í Smart Grid, tí hetta verður ikki mett sum ’neyðugar íløgur’. Næsta stjórnin eigur skjótast gjørligt at fáa broytt hetta, sigur Anders Stouge við Nyhedsbladet Dansk Energi.
Sambært Energinet.dk og Dansk Energi skulu danir eisamallir gera íløgur upp á 9,8 mia. kr. í intelligentu elskipanina. Í ES tilsamans skulu íløgur upp á 417 mia. kr. gerast í Smart Grid innan 2020.