Danir vilja hava vindmyllurnar út á sjógv

Stjórnin hevur undirtøku frá einum stórum meiriluta av fólkinum í at dúva upp á vindmyllur sum týdningarmesta grøna átakið í umleggingini frá koli, olju og gassi.

88 prosent av dønum eru samd um, at Danmark "í framtíðini skal hava meiri streym frá vindmyllum, enn vit hava nú", vísir ein kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri Politiken og TV 2.

Bert 5 prosent av teimum 1.116 spurdu eru ósamd, vísir spurnakanningin, ið varð gjørd mikudagin og hósdagin í síðstu viku.

Greiður meirilutin er fyri meiri vindmyllustreymi í øllum politiskum flokkum.

Mótstøðan størst millum múgvandi

Kvinnurnar eru jaligari enn menninir. Ongin týðuligur munur er í mun til útbúgvingarstig, men mótstøðan veksur munandi í húsarhaldum við inntøkum upp á meira enn 800.000 krónur - kanska tí stórur partur av hesum bólkinum býr við strendurnar og óttast fyri myllum í sjónarringinum.

Tað eru eisini serliga tey meiri múgvandi, ið vilja hava myllurnar so langt úr landi sum gjørligt.

Samanlagt dáma 73 prosent betur, at framtíðar vindmyllur verða settar upp langt til havs. 11 prosent vilja hava tær stutt úr landi og 7 pst. á landi.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking