Danir skrúva niður í køkinum

Danir fara til handils í orkutilvitaðum handlum, og mong hava Orkusparimerkið í huga, tá tey keypa hvítvørur.

Donsku brúkararnir vilja hava orkutilvitaðar handlar. Brúkararnir stuðla handlum, ið taka ábyrgd fyri veðurlagi og umhvørvi.

Ein nýggj kanning, sum Userneeds for Center for Energibesparelser (fyrr Elsparefonden) hevur gjørt, vísir, at 78 % fara til handils í handlum, ið gera okkurt fyri at skerja streymnýtsluna.

Danir eru eisini vorðnir raskari til sjálvir at keypa inn orkutilvitað.

- 40 % av brúkarunum fara eftir Orkusparimerkinum (Energisparemærket), tá teir keypa køliskáp og frystarar. Hetta vísir greitt, at danir hava rætta hugburðin at taka aktivan lut í royndunum at skerja orkunýtsluna, sigur Mads Lindevall Kristiansen, sum er verkætlanarleiðari á Center for Energibesparelser.

Smáu vanarnir í gerandisdegnum gera, at nógv orka fer til spillis.

Geva viðskiftafólkunum góð ráð

Handilsketan IKEA er nú farin undir at geva viðskiftafólkunum góð ráð.

- Búgv burðardygt, kalla vit tað. Vit hava leingi arbeitt við at upplýsa viðskiftafólkunum um møguleikan at innrætta seg burðardygt, og vit greiða fegin frá ymsu møguleikunum at spara orku, sigur Lena Gaarde, samskiftisleiðari hjá IKEA, við heimasíðuna hjá Center for Energibesparelser.

Útivið 30-40 % av samlaðu orkunýtsluni hjá einum húsarhaldi til tól verða brúkt í køkinum. Við at velja hvítvørur í orkuflokki A+ ella A++ fyri køliskáp og frystarar og orkuflokk A fyrir ovnar og uppvaskimaskinur, kanst tú minka bæði um orkuútreiðslurnar og CO2-útlátið.

Meira fæst at vita um hetta á sparel.dk


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking