Danir rinda eina miljard ov nógv fyri streymin á hvørjum ári.
Hetta er avleiðingin av fría elmarknaðinum fyri donsku privatkundarnar, skrivar fakblaðið Ingeniøren í dag.
Orsøkin er í høvuðsheitum, at kappingin á eløkinum og eftirlitið við økinum ikki virkar, vísa kanningar, sum Ingeniøren hevur gjørt.
Tikin á bóli
- Tað kemur óvart á meg, at upphæddin er so stór, sigur Anders Larsen, ráðgevi í Energibranchen og lektari á RUC, við Ingeniøren.
Ein miljard er tvær ferðir so nógv, sum brúkararnir í 2010 rindaðu til vindmyllurnar, ið veita ein fimting av streyminum.
Ætlanin var annars, at danir skuldu fáa bíligari streym, tá elmarknaðurin gjørdist fríur um aldarskiftið.
- Húsarhaldini fingu lyfti um príslækkingar ella at prísurin ikki skuldi hækka. Møguliga hava lyftini verið órealistisk, men tað er umráðandi, at vit hava fjølmiðlar, ið royna at minna politikararnar á lyftini, teir hava givið, sigur Anders Larsen við Ingeniøren.