Meginparturin av donsku orkunýtsluni fer til hita.
Kortini halda 64 % av íbúðaeigarunum, at teir kunnu spara mest við at sløkkja ljósið og sum heild brúka minni streym. Og 3. hvør húsaeigari raðfestir ikki orkuábøtur í íbúðini.
Hetta vísa tøl í eini nýggjari kanning, sum Go’ Energi hevur gjørt millum 506 íbúðaeigarar og leigarar í Danmark. Men tað er júst í hitanum, stóru sparingarnar eru:
Kunnu spara ein triðing
- Nógvir húsaeigarar kunnu kappa upp til 1/3 av orkunýtsluni, hugsa teir líka nógv um hitan sum elnýtsluna, sigur Vagn Holk, leiðari á Vitanardeplinum fyri orkusparingar í bygningum.
Sama boðskap hevur Go’ Energi:
- Danir eru óførir at spara streym, men nú er túrurin komin til størsta slúkaran í orkuroknskapinum. Vit skulu geva brúkarunum vitan og gera tað lættari at gagnnýta møguleikarnar, sigur Henrik Teglgaard Lund, skrivstovustjóri í Go’ Energi.
Tí er Go’ Energi farið undir átakið at fáa framt orkuábøtur í bygningum. Her verða eigararnir kunnaðir um orkuumvælingar - t.d. nýggj vindeygu og eftirbjálving av tekjum, hválvum og útveggjum.