Danir lata tvey kolrikin orkuverk upp aftur

Høgir streymprísir gera, at tað loysir seg hjá Dong Energy at lata tvey kolrikin orkuverk upp aftur, sum annars vóru tikin úr rakstri.

Høgir streymprísir á norðurlendska el-marknaðinum hava fingið Dong Energy at taka tvey kolrikin orkuverk úr mølposanum og seta bluss undir ketlarnar í vetur.

Tað snýr seg um eitt 640 MW stórt verk á Asnæs og eitt 350 MW stórt verk í Studstrup, sum bæði eru kolrikin og annars vóru tikin úr rakstri og løgd í mølposan 1. januar 2010.

Kuldi orsøkin

Sambært Dong Energy framleiðir Studstrup fram til 1. april og Asnæs fram til 1. mai:

- Kalt veður og stórur eftirspurningur eftir streymi á Nordpool-marknaðinum vóru orsøkin til, at vit gjørdu av at taka tey bæði verkini úr mølposanum og seta tey í rakstur í ávikavist desember 2010 og januar 2011, sigur Andreas Krogh frá Dong Energy við ing.dk.

Han leggur aftrat, at tey bæði verkini eru løgd í ein sokallaðan "mildan mølposa", tí tey í nøkur ár aftrat lúka ásettu umhvørviskrøvini og tískil lættliga kunnu setast í rakstur.

Óvanliga stórt vatnundirskot

Marknaðarprísurin fyri el í Skandinavia er høgur í vetur - umleið 50 oyru fyri kilowatttíman.

Sambært Steffen Sørensen, deildarleiðara í Nordjysk Elhandel, er orsøkin til høgu prísirnar vatntrot í norsku og svensku vatnorkugoymslunum - og at veturin kom óvanliga tíðliga. Hetta fekk mong at stúra fyri el-troti í skandinavisku skipanini við harav standandi høgum príshækkingum:

- Tey sjey árini eg havi arbeitt við at selja streym, havi eg aldrin upplivað eitt so stórt vatnundirskot í norsku goymslunum. Tíbetur hevur svenska kjarnorkan sum heild riggað væl í vetur, og vit hava ikki havt serliga nógvan kulda teir dagarnar, ólag hevur verið á kjarnorkuni, og hetta hevur forðað fyri upp aftur hægri spottprísum, sigur hann.

Støðan í Miðeystri spøkir

- Vit vænta, at spottprísirnir fara at fella nú - umleið átta-tíggju oyru fyri kWh. Men fáa vit ein kaldan apríl, áðrenn kavin har norðuri er bráðnaður og hevur fylt vatngoymslurnar, kunnu vit saktans fáa høgar prísir aftur.

Steffen Sørensen leggur aftrat, at støðan í Miðeystri kann vera ein jokari, sum kann elva til hægri prísir sum frálíður, tí oljuprísurin smittar av upp á kolaprísin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking