Við einum hækkaðum skattafrádrátti vónar danska stjórnin at fáa fleiri danir at seta pengar í varandi orku sum vindmyllur, biogass- ella sólselluanlegg.
Tað skrivar Børsen.
Troels Lund Poulsen, skattamálaráðharri, mælir til at hækka núverandi skattafrádráttin fyri íløgur í vindmyllupartabrøv úr 3.000 kr. til 7.000 kr., samstundis sum frádrátturin eisini skal umfata aðrar varandi orkukeldur.
Jaligan týdning
Hetta kemur fram í einum lógaruppskoti, hann hevur sent til hoyringar, og sum er nevnt í nýggja lógaryvirlitinum hjá stjórnini.
- Økti frádrátturin fer at hava ein jaligan týdning og gera tað áhugaverdari at keypa eitt ella fleiri vindmyllupartabrøv og økja um eigaraskaran. Hetta ger tað lættari hjá einstaka borgaranum at vera við, og á ein ikki so bureaukratiskan hátt, sigur Sune Strøm, búskaparfrøðingur í Vindmylluídnaðinum.