Danir brúktu meiri orku í fjør, orsakað av kalda vetrinum.
Men í roynd og veru var størsti vøksturin í nýtsluni av varandi orku, vísa tøl frá danska Orkustýrinum sambært Jyllands Posten.
Orkunýtslan vaks í fjør 3,4 prosent. Men nýtslan av varandi orku vaks heili 14 prosent.
Verða veðurlagssveiggj og uttanríkishandil við ravmagni tikin við, var bruttoorkunýtslan í 2010 0,6 prosent minni enn árið fyri og 1,3 prosent minni enn í 1990.
Parturin av varandi orku í bruttoorkunýtsluni vaks úr 17,5 prosentum í 2009 til 19,3 prosent í fjør.
Minni kol
Tað er serliga orka úr biomassa og vindorka, ið eru orsøkin til vøksturin, vísa fyribils orkuhagtøl fyri 2010 frá Orkustýrinum.
Nýtslan av jarðgassi vaks 11,9 prosent, meðan nýtslan av olju var óbroytt og nýtslan av koli fall fýra prosent.
Tilsamans fall danska nýtslan av orku 2,9 prosent í 2010. Framleiðslan av ráolju og jarðgassi fall við ávikavist 5,9 og 3 prosentum, meðan framleiðslan av varandi orku vaks 10,9 prosent.
Hóast fallið er Danmark framvegis sjálvbjargið við orku. Í fjør var danska orkuframleiðslan 21 prosent hægri enn danska orkunýtslan.