Danska stjórnin hevur boðað til tíðindafundar hósdagin undir yvirskriftini "Lancering af Energistrategi 2050."
Í ætlanini verður orkupolitiska kósin hjá Danmark sett næstu 40 árini, skrivar Jyllands-Posten.
Frammanundan hevur stjórnin tó longu víst á fleiri grøn orkuátøk, ið sostatt mugu metast sum partur av ætlanini. M.a. eru el- og vetnisbilar frítiknir fyri skrásetingargjald fram til 2016.
Vindmyllur framvið motorvegunum?
Samstundis hevur Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, tikið undir við sjómyllulundum og skynsomum elneti, ið skulu tryggja, at tann nógv vaksandi grøni streymurin í framtíðini kemur samfelagnum til góðar í mest møguligan mun.
Nú hevur tað eisini víst seg at vera politiskur meiriluti fyri at seta vindmyllur upp framvið motorvegunum, og millum eygleiðarar er stórur spenningur um, í hvussu stóran mun hetta kemur til sjóndar í 2050-ætlanini hjá stjórnini.
Framløgan av 2050-ætlanini er framhald av útspælinum "Grøn Energi" hjá donsku Veðurlagsnevndini, ið varð lagt fram í september í fjør. Ein frágreiðing, ið fekk Lykke Friis at sláa fast, at nú fanst ein amboðskassi at velja úr.
Vísmenn eisini upp á spæl
Longu í morgin fer Umhvørvisbúskaparliga Ráðið at leggja fram sína vísmansfrágreiðing. Tá limirnir í ráðnum síðstu ferð sendu eina grøna vísmansfrágreiðing á gøtuna, var ein av boðskapunum, at óneyðugt var við almennum stuðulskrónum til vindmyllur. Tær fóru at verða settar upp kortini, var niðurstøðan í 2008.
Undan almannakunngeringina av 2050-ætlanini hevur Lykke Friis tó tikið eitt sindur av luftini úr ballónini við at boða frá, at roknast skal ikki við eini forkromaðari ætlan, ið tekur hædd fyri øllum og setir eina endaliga orkukós næstu 40 árini, skrivar Jyllands-Posten.