Dagsins elprísur í Oslo: 1 oyra fyri kWh

Vátasta summarið í 111 ár trýstir norsku elprísirnar í botn. Feilur á kaðali ger, at norðmenn ikki kunnu senda avlopsstreym til Danmarkar.

Spottprísurin á el kom í morgun niður á trý oyru fyri kilowatt-tíman í Oslo, Kristiansand og Bergen.

Í gjár var hann niðri á einum oyra. Og nú tosa norðmenn um, at teir í næstum fara at fáa el púra ókeypis, skrivar ing.dk.

Orsøkin er vátasta summarið í 111 ár, sum hevur fylt norsku vatngoymslurnar so nógv, at tær hava verið um at spreingjast. Hetta hevur havt við sær, at ongir aðrar goymslumøguleikar hava verið.

Norsku vatnorkuverkini framleiða við øðrum orðum nógv meiri el enn norðmenn megna at brúka. Stívliga 80 prosent av norsku elorkuni kemur úr vatni.

Frá minus til pluss

Tað er bert hálvt á síðani, at sokallaða "fyllingsgradin" í norsku vatngoymslunum var undir 30 prosent, sum var søguliga lágt. Vatnjavnvágin hevur ligið í minus í meira enn trý ár. Men eftir bert átta mánaðum er vatnjavnvágin betrað við 50 terawatt-tímum (TWh), sum sambært norsku myndugleikunum er serstakliga óvanligt.

Ein viðvirkandi orsøk til lágu prísirnar er, at norsku elfeløgini í løtuni ikki hava møguleika at senda avlopsstreymin víðari til Danmarkar, tí sokallaði Skagerrak-kaðalin (950 MW) verður umvældur í løtuni. Ætlandi verður hann tøkur aftur í morgin.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking