Í næstu viku byrjar COP16-veðurlagsráðstevnan hjá ST í Meksiko, har tingingarnar um eina alheims veðurlagsavtalu halda fram eftir úrslitaleysu veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í fjør.
Dorthe Dahl-Jensen, veðurlagsgranskari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, væntar ikki, at nøkur veðurlagsavtala heldur fer at spyrjast burturúr ráðstevnuni hesa ferð, men at luttakararnir ístaðin fara at savna sínar tankar um at fyrireika eina avtalu á COP17-fundinum í Suðurafrika næsta ár.
Tað upplýsir TV2.
Hiti og vatnstøða hækka
Sambært Dorthe Dahl-Jensen kann roknast við øktum hita við stórum vatnhækkingum sum avleiðing fram ímóti ár 2100, fyrst og fremst orsakað av vakstrarhúsgassum í atmosferuni, og tí er umráðandi at skerja útlátið til tess at avmarka hitaøkingina í mest møguligan mun.
COP16 varir frá 29. november til 10. desember.