Undir yvirskriftini “Væl eydnað bygging í Føroyum – hvat skal til?” bjóðar Byggiharrasamtak Føroya, BSF, til temadag á Hotel Føroyum, har avbjóðingarnar innan bygging sum heild verða umrøddar og vendar. Serliga eru tað almennar byggiverkætlanir, sum í løtuni mynda byggivirksemið í Føroyum.
Tiltakið, sum verður á Hotel Føroyum mánadagin 14. november og er fyriskipað í tøttum samstarvi við Ráðgevarafelagið og Føroya Handverksmeistarafelag, vendir sær til øll, sum onkursvegna eru knýtt at føroysku byggivinnuni ella bara hava áhuga í hesi vinnu. Limaskarin í BSF telir teir størstu, almennu byggiharrarnar í landinum, sum eru Landsverk, SEV, Bústaðir, P/F Eystur- og Sandoyartunlar og Tórshavnar-, Klaksvíkar-, Runavíkar-, Eystur- og Fuglafjarðar kommunur.
Umframt at Byggiharrasamtak Føroya er ein felags rødd fyri byggiharrarnar, ynskir samtakið at geva eitt gott íkast til áhaldandi menning av bygging í Føroyum.
Eitt annað endamál er at ganga á odda fyri menning í byggivinnuni, eins og at tillaga byggihættirnar og syrgja fyri, at nýggj og neyðug tøkni verður tikin inn í føroyska byggivinnu, so hvørt hendan kemur fram. Somuleiðis skal Byggiharrasamtakið slóða vegin fyri almenna byggipolitikkinum.
Úr skránni frá temadegnum kann nevnast, at eftir at Ewald Kjølbro, formaður í Byggiharrasamtaki Føroya, hevur bjóðað vælkomin og sagt eitt sindur um endamálið við átakinum, fær Henrik L. Bang, stjóri í donsku Bygherreforeningen, orðið. Hann fer millum annað at greiða frá, hvat rørir seg í donsku byggivinnuni.
Árni Winther, arkitektur, fer at siga eitt sindur um góðar verkætlanir, tilgongd sammett við úrslit, og realistiskar fortreytir. Síðani fer Helgi Rasmussen, vinnusálarfrøðingur, at umrøða gagnliga eftirmeting sum ein part av eini verkætlan og at geva sítt boð uppá, hvat eftirmeting kann brúkast til. Eftir hetta verður skipað fyri verkstovu um tilgongd og eftirmeting.
Seinnapartin fer Peter Bo Larsen, tekniskur stjóri í MT Højgaard, at umrøða skipanirnar BIM og VDC, har hann millum annað fer at brúka nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum sum dømi. Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, fer at greiða frá, hvat hann heldur kann skapa fortreytir fyri betri tíðarstýring, kostnaði og góðsku. Aftan á fer Dávid Reinert Hansen, verkfrøðingur, at hugleiða um prosjektmenning, har hann millum annað fer at umrøða stóru verkætlanina hjá SEV á Sundi.
Síðani verður aftur skipað fyri verkstovu. Hesaferð um hvørji amboð, skipanir og førleikar, ið eiga at verða ment innan føroyska bygging. Og áðrenn Ewald Kjølbro endar tiltakið, verða uppsamling og niðurstøður gjørdar.
Freistin at tekna seg til tiltakið, sum kostar kr. 2.000 fyri hvønn luttakara, er fríggjadagin 11. november klokkan 12.00. Tilmelding fer fram við at skriva til malu@lv.fo ella at ringja á tlf. 290 880 og við at rinda kr. 2.000 fyri hvønn luttkara á kontu nr. 9181-128.220.6.
Skráin fyri tiltakið sæst við at trýsta á hesa leinkju: Skrá fyri temadagin