Búfólkini á Karlamagnusarbreyt 34 fingið nýggjar hvítvørur

Búfólkini á Karlamagnusarbreyt 34 fingið nýggjar hvítvørur
Tað eydnaðist í dag SEV at geva øllum búfólkunum á bústovninum á Karlamagnusarbreyt 34 nýggjar hvítvørur, eftir at eitt brek í elveitingini herfyri oyðilegði bæði køliskáp og uppvaskimaskinur hjá búfólkunum

- Hetta málið dróg alt ov langt út, men tað eydnaðist okkum tíbetur at geva búfólkunum á bústovninum á Karlamagnusarbreyt 34 nýggjar hvítvørur í dag. Allar hvítvørurnar vóru upp á pláss um 18-tíðina í kvøld, sigur Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetinum hjá SEV.

Hann harmast um, at búfólkini noyddust at liva uttan bæði køliskáp og uppvaskimaskinur í meira enn eina viku. Tað hendi, eftir at eitt brek í elskápinum, sum veitir íbúðunum á Karlamagnusarbreyt 34 el, hevði við sær, at hvítvørurnar fingu elskaða sunnudagin 24. februar. Talan var um átta køliskáp og átta uppvaskimaskinur, sum eftir ætlan skuldu umvælast sum tryggingarskaðar.

SEV var á staðnum beinanvegin 24. februar við nógvari manning, sum fór í holt við at umvæla brekið. Harumframt hjálptu starvsfólkini hjá SEV búfólkunum at bjarga mati fyribils í felags frystiboks og køliskáp, umframt at SEV bjóðaði teimum heitan mat. Síðani gekk málið eftir vanligum mannagongdum, sum eru galdandi, tá talan er um tryggingarskaðar, har lutir skulu umvælast. Men hetta tók alt ov langa tíð, og tískil valdi SEV í dag at veita búfólkunum nýggjar hvítvørur.

- Vit noyðast at ásanna, at vit her hava handfarið eitt óvanligt mál við umfatandi elskaðum og avleiðingum eftir vanligu mannagongdunum, sum eru galdandi fyri minni elskaðar. Tað er ikki nóg gott, og tí fara vit at endurskoða mannagongdirnar í sambandi við elskaðar, staðfestir Jón Nielsen, deildarstjóri fyri elnetinum hjá SEV.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking