Búfólk á Rásini á orkusparingarvitjan á SEV

Í august fara tey forkunnuga ferð til USA, har tey skulu vitja í ikki færri enn fýra statum.

Áhugin millum fólk í hesum døgum at fáa ráðgeving um orkusparing spennir víða.

Í dag vitjaðu sjey búfólk á Rásini í Saltangará orkuráðgevan hjá SEV í hesum ørindum.

Hetta er eisini liður í skúlatilboðnum hjá stovninum.

Stovnur fyri ung menningartarnað

Rásin er stovnur fyri ung í aldrinum 18-27 ár við menningartarni. Stovnurin fór undir sítt virksemi í 2005.

Saman við teimum sjey búfólkunum vóru leiðarin, Morten Hust Petersen, og námsfrøðingarnir, Laila Weihe og Jórun á Líknargøtu, við á Havnarferðini.

Á stovninum starvast annars fimm fólk.

Kondisúkklan er eitt vælumtókt undirvísingaramboð hjá orkuráðgevanum á SEV.

Gestirnir úr Rásini søgdu seg hava fingið nógv burturúr vitjanini og holla ráðgeving frá Kristianu Rein um, hvusu sparast kann uppá orkuna og harvið eisini pengapungin. M.a. í sambandi við standby-nýtslu, matgerð og vasking og turking av klæðum.

Tey fingu eisini frágreiðing um, hvørjar orkukeldur SEV gagnnýtir í elframleiðslu síni, hvussu framleiðslan fer fram og hvussu streymurin kemur út til brúkararnar.

Búfólkini á Rásini fingu sjálvandi eisini høvi at royna kondisúkkluna hjá SEV, har tey súkklaðu millum 200 og 300 watt hvør inn á súkklubarometrið.

Tey lurta hugagóð eftir, meðan Kristiana Rein greiðir frá.

Til USA í august

Á Rásini gera tey nógv burturúr trivnaðinum hjá búfólkunum. M.a. við at ferðast nógv - eisini uttanlands.

Í fjør vóru tey t.d. í London og vitjaðu.

23. august fara tey eina dreymaferð til USA, har tey í tríggjar vikur skulu vitja í statunum Kalifornia, Nevada, Utah og Arizona. Ferðin verður gjørd í samstarvi við Track America.

Next Stop hjá Rása-búfólkunum er USA.

Búfólkini hava sjálv spart upp til ferðina, og sum vera mann gleða tey seg ikki minst til at vitja í Disneylandi, Las Vegas og Hollywood.

Á ferðini ætla tey eisini allatíðina at hava orkuna í huga, leggja tey dent á.

Hiðani ynskja vit teimum góða ferð til USA!


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking