Skiftið frá eini tungari, dálkandi ídnaðartjóð til eitt nútíðar munadygt og veðurlagsvinarligt samfelag fer at verða kostnaðarmikið fyri bretar.
Tað var boðskapurin hjá bretska orkumálaráðharranum Chris Huhne á fundi í European Future Energy Forum í London í síðstu viku.
- Talan verður um ovurhonds stórar upphæddir. Tað fer at krevja 200 miljardir pund (slakar 1.700 miljardir krónur) at endurbyggja okkara orkuundirstøðukervi innan 2020, segði Chris Huhne.
Bretland stendur mitt í størsta undirskotinum í friðartíð nakrantíð. Sambært Huhne eigur fíggjarumhvørvið í London sín stóra leiklut í, at framleiðslan er minkað og landið er komið í óføri.
- Men til tess at koma uppundan aftur skulu bretar fáa sær fyrimun av síni egnu armóð, segði Huhne. Hetta skal gerast umvegis eina sanna orkukollvelting, ið skal gera enda á "eitraða arvinum" hjá Bretlandi og skapa eitt nútíðar samfelag, ið er grundað á veðurlagsvinarliga orkutøkni og orkusparingar.
Stórur dentur á frálanda-vindorku
Tey 200 miljardir pundini, ið skulu nýtast til tess at tryggja eina veðurlagsvinarliga orkuveiting í 2020, skulu millum annað koma frá einum grønum íløgubanka.
Samstundis er málið at veita eina stóra, men enn ókenda einnýtisíløgu til at orkueffektivisera bretsku húsarhaldini fram móti 2050, samstundis sum farið verður undir at nýta intelligentar elmálarar. Hetta er av stórum týdningi, tí bretar brúka í dag eins nógva orku til upphiting av heimum sínum sum norðmenn, sviar og finnlendingar, segði Huhne.
Samstundis leggja bretar sera stóran dent á frálanda-vindorku, millum annað tí at teir standa fyri at missa 22 GW elframleiðslu frá avoldaðum orkuverkum næstu tíggju árini. Og sjálvt um Huhne ikki nevndi kjarnorku serskilt í røðu síni, er ætlanin eisini á hesum øki at brúka munandi upphæddir til tess at minka um CO2-útlátið.