Líkt er til, at kjarnorka fær alsamt vaksandi undirtøku í Evropa.
Í eini politiskari yvirlýsing vísir bretski orku- og veðurlagsmálaráðharrin Chris Huhne á, at Bretland noyðist at skifta út í minsta lagi ein fjórðing av orkuframleiðslukapasitetinum innan 2020.
Huhne ger í hesum sambandi vart við, at stórur tørvur er á framhaldandi kjarnorkuútbyggingum í landinum. Sum grundgeving fyri hesum vísir hann m.a. á økta veitingartrygd og kravið um niðurskurð í veðurlagsútlátinum, skrivar Teknisk Ukeblad.
Avleiðingarnar smáar
– Geislingaravleiðingarnar frá kjarnorkureaktorunum og teimum tilhoyrandi ruskstøðunum eru lágar sammett við geislingar yvirhøvur, og eftirlitið við teimum er í góðum hondum hjá bretsku reguleringsmyndugleikunum, skrivar Huhne, sum samstundis góðkendi tveir nýggjar kjarnorkureaktorar, ið skulu takast í brúk í Bretlandi.
Í 2020-unum skal stórur partur av verandi bretsku kjarnorkuverkunum skiftast út vegna aldur. Men endurnýggjanin og útbyggingin av kjarnorkuni merkir ikki, at hildið verður uppat við at dúva uppá varandi orku.
- Vit hava stóran tørv á íløgum í nýggjar og ymiskar orkukeldur til tess at veita Bretlandi nóg nógvan streym. Vit hava brúk fyri bæði varandi orkukeldum, nýggjari kjarnorku og fossilum orkukeldum við CO2-goymslum. Somuleiðis verður neyðugt at skifta út stóran part av framleiðslukapasitetinum, sigur Chris Huhne í einum tíðindaskrivi.
– Kjarnorka skal hava so stóran leiklut sum gjørligt við kravi um, at eigararnir skulu rinda fyri upptakið, leggur hann aftrat.
Kjarnorkuøki
Bretsku myndugleikarnir hava valt út átta hóskandi øki til nýggj kjarnorkuverk. Tey átta eru Hinkley Point, Oldbury, Bradwell, Sizewell, Wylfa, Heysham, Hartlepool og vælkenda Sellafield.
Nýggja bretska stjórnin hevur sum stavnhald at byggja kjarnorkuna í landinum út.
Myndugleikarnir halda eisini fram við skipanini við, at kjarnorkufeløgini hava avmarkaða ábyrgd av útreiðslum í sambandi við møguliga niðurbræðing, men Huhne leggur dent á, at ongin stuðul verður latin frá myndugleikunum til nýggja kjarnorku.
Ikki flóð og fjøra
Ráðharrin skrivar eisini um úrslitini av kanningunum av møguleikunum fyri flóð og fjøru-orku í Severn. Og tey eru ikki góð.
– Umleið 5 prosent av okkara núverandi streymframleiðslu kunnu fáast burturúr flóð og fjøru-orku í Severn og skapa hópin av nýggjum arbeiðsplássum. Men kostnaðurin verður alt ov høgur, sigur Huhne.
Høvuðsniðurstøðan í kanningini er, at myndugleikarnir ikki síggja nakran fyrimun í at brúka almennar pengar uppá flóð og fjøru-orku í Severn. Kostnaðurin fer væntandi at liggja um 30 miljardir pund ella útivið 300 miljardir krónur.
– Kostnaðurin og váðin hjá skattgjaldarunum og orkubrúkarunum verður ovurhonds stórur sammett við onnur orkualternativ, skrivar Chris Huhne.