Bretland setir 320 mió. pund av til myllur

Samstundis verða 1,6 mia. pund sett í ein grønan íløgubanka.

Umfatandi spariætlanin hjá nýggju stjórnini í Bretlandi fer ikki at raka varandi orku.

Meðan fíggjarlógin á nógvum økjum verður skerd við millum 10 og 30 pst., stendur játtanin til Orku- og Veðurlagsøkið til at hækka við 15 pst. til 5 mia. pund, upplýsir BBC sambært UPI-tíðindastovuni. 

Grønur íløgubanki setast á stovn

Hetta umfatar millum annað 320 mió. pund, ið skulu nýtast til frálanda vindmylluverkætlanir, verður upplýst. Stjórnin hevur eisini lovað ikki at røra núverandi feed-in-tariff inntil 2013.

Samstundis verða 1,6 mia. pund sett í ein grønan íløgubanka, meðan 1,6 mia. pund skulu brúkast til eitt demonstrasjónsvirki, ið skal fáa fatur á og goyma CO2 (carbon capture and storage).


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking