Bretska orkumálaráðið avdúkaði í gjár tað, sum í roynd og veru verður ein nýggjur veðurlagsskattur, í sambandi við fíggjarlógina fyri 2011.
Avgjaldið skal raka tey, sum brúka mest orku, harðast. Gjøgnum kvotuhandilsskipanina CRC skulu fyritøkur rinda 13 pund (120 nkr) fyri tonsið av CO2, sum tær lata út.
Inntøkurnar skuldu upprunaliga býtast út aftur, men nú ætlar stjórnin at brúka pengarnar at minka undirskot sítt við, skrivar Business Green sambært Teknisk Ukeblad.
Miljónaútreiðslur
Inntøkurnar frá kvotuhandilsskipanini Carbon Reduction Commitment (CRC) vóru upprunaliga ætlaðar at fara til orkuskerjandi átøk í somu fyritøkum, sum gjalda tær, tvs. gistingarhúsum, handilsmiðsstøðum og líknandi, sum brúka meira enn 6.000 megawatt-tímar (MWh) um árið. Stórídnaðurin er ikki við í skipanini.
Næstu fýra árini ætlar bretska stjórnin at fáa 3,5 miljardir pund (uml. 32 mia. nkrónur) inn á henda hátt.
Avgerðin vakti ans í stórum pørtum av bretska vinnulívinum, tá hon varð kunngjørd seinnapartin í gjár.
Ovfarin
- Tíðindini um at stjórnin ætlar at leggja seg á inntøkurnar frá CRC-skipanini komu úr bláum heimi, sigur John Alker, samskiftisleiðari í UK Green Business Council.
Hann heldur hetta kann gera skipanina einfaldari, men átti at verið tikið upp við vinnulívið fyrst. Bretska stjórnin sigur, at avgerðin um at leggja seg á hesar inntøkurnar, kemst av "vanlukkuliga" undirskotinum, hon hevur arvað frá Labour-stjórnunum seinastu árini.
– Tað positiva við hesum er, at hetta gevur greið signal til fyritøkurnar um at gera íløgur í orkueffektiviseringar, sigur Henry Le Fleming, sum er serfrøðingur í veðurlagspolitikki í PwC.