Walney 1 sjómyllulundin í Írska Havinum hevur latið fyrsta CO2-fría streymin inn á bretska elnetið.
Hetta hendi í síðstu viku sambært danskenergi.dk.
Sjóvindorkulundin Walney 1 telur 51 vindmyllur. Tá hon og Walney 2 eru lidnar, fara tær at hava ein samlaðan kapasitet á 367,2 MW og kunnu útvega umleið 32.000 bretskum húsarhaldum grønan streym.
Tær báðar lundirnar kosta tilsamans 8,4 mia. kr. Eigarar eru DONG Energy (50,1 %), Scottish & Southern Energy (25,1 %) og eitt samtak, ið fevnir um PGGM og hollendska peningagrunnin Ampère Equity Fund, ið Triodos Investment Management (24,8 %) umsitur.
Walney sjómyllulundirnar liggja umleið 15 km. vestan fyri Barrow-in-Furness í Írske Havinum og fara at fevna um 51 myllur hvør.
Raðfesta varandi orku frammarlaga
Uppsetingin av Walney 1 byrjaði í mars í fjør og er altso júst liðug. Miðað verður eftir at seta allar vindmyllurnar í rakstur næstu mánaðirnar. Uppsetingin av Walney 2 byrjar í mars í ár og skal eftir ætlan takast í brúk um ársskiftið.Tá báðar lundirnar eru í gongd, fara 60 fólk at standa fyri rakstrinum og viðlíkahaldinum.
- Bretland hevur eina sera framsøkna ætlan um at økja framleiðsluna av varandi orku og miðar eftir at fáa grøna orku og veitingartrygd at ganga hond í hond. Vit eru sera væl nøgd við at kunna hjálpa til við útbyggingini av varandi orkuni. Fyrsti streymurin frá Walney 1 er eitt ítøkiligt úrslit av stremban okkara at økja framleiðsluna av varandi orku, sigur Niels Bergh-Hansen, stjóri í DONG Energy.
- Hetta er ein týdningarmikil varði í útbyggingini av Walney sjómyllulundini, sum vísir stórfingna avrikið, ið er lagt í verkætlanina. Sum fremsti framleiðari av streymi úr varandi orkukeldum í Bretlandi, arbeiðir SSE málrættað við at økja partin av varandi orku í Bretlandi, og framleiðslan frá Walney er eit týdningarmikið íkast til tess at tryggja hetta, sigur Colin Hood, SSE’s Chief Operating Officer.