Vattenfall tekur í dag heimsins størstu havvindmylluparkina í brúk. Hon umfatar 100 myllur uppá tilsamans 300 megawatt (MW).
Harvið fer Thanet Offshore Wind Farm framum danska Horns Rev 2, sum er uppá 209 MW.
Vattenfall-stjórin Øystein Løseth klipti snórin saman við bretska orku- og veðurlagsmálaráðharranum Chris Huhne.
Tvífaldar vindorkuna
– Við Thanet Offshore Wind Farm hevur Vattenfall tikið eitt stórt stig ímóti at tvífalda vindorkuframleiðslu sína innan 2011, og samstundis tikið leiðsluna í menningini av havvindi, sigur Løseth í einum tíðindaskrivi.
Hann greiðir frá, at vindorkan verður ein av hornasteinunum í virkseminum hjá Vattenfall í framtíðini. Vindorkan hevur fingið stóran fíggjarligan stuðul í Bretlandi.
– Henda verkætlanin hevði als ikki verið møgulig, uttan stóru undirtøkuna hjá bretsku stjórnini fyri varandi orku, sigur Løseth.
Uppum 5.000 MW
Við dagsins hending fer Bretland uppum 5 GW av vindorku. 1,341 MW er frálandavindur, meðan 3,715 MW eru á landi, skrivar RenewableUK.
Hetta merkir, at Bretland hevur meira frálanda vindorku enn restin av heiminum tilsamans.
Samstundis merkir hetta, at vindur nú stendur fyri meira enn fýra prosentum av samlaðu bretsku elnýtsluni. Hetta er nógmikið til at veita útivið 3 miljónum heimum streym.
Og hetta er bert byrjanin. Íalt 966 vindmyllur (2, 576 MW) eru undir uppsetan bæði á sjógvi og landi, meðan 2.311 vindmyllur (6,166 MW) aftrat eru í umbúnað. Hetta fer at økja landsins part av varandi orku til umleið 15 prosent.
Veitingartrygd
- Bretland skal vera heimsins fremsta land innan vindorku, segði bretski orkumálaráðharrin, Charles Hendry, á ONS-oljuráðstevnuni í Stavanger í august.
Ein stórur partur av bretsku orkuframleiðsluni syngur í løtuni sítt síðsta ørindi.
Fleiri kolorkuverk skulu latast aftur, eins og 17 av 18 kjarnorkuverkum, innan 2023. Samstundis skal landið skerja CO2-útlát síni við 80 prosentum innan 2050.
32 GW
Bretsku myndugleikarnir hava funnið eina leið í Norðsjónum, har møguleikar eru at fáa 32 GW til vega.
– Vit miða eftir at fáa 14-15 GW til høldar innan 2020. Vit ætla at útvega so nógva orku, sum vit kunnu, segði Hendry.
– Eg eri nøgdur við, at vit eru komnir hagar til, at 5 GW av orku okkara kemur frá vindorku á landi og á sjógvi. Hetta gevur nógmikið av streymi til øll heim í Skotlandi. At fáa hesar stóru myllurnar so langt út til havs, krevur eitt veldugt verkfrøðingaarbeiði, og eg taki hattin av fyri tí arbeiði, ið her er lagt fyri dagin, sigur Chris Huhne.
Vindmylluparkin hevur eina lívstíð uppá í minsta lagi 25 ár. Tað hevur tikið tvey ár at byggja hana. Myllurnar eru upp til 115 metrar høgar og standa í einum 35 ferkilometrar stórum umráði.
Havvindur. Thanet Offshore Wind Farm.