Bretar ætla at útbyggja kjarnorkuna

Bretska parlamentið hevur góðkent eina umfatandi orkuætlan, ið eisini fevnir um nýggjar kjarnorkuútbyggingar.

Bretsku politikararnir hava góðkent eina orkuætlan fyri landið, sum hevur við sær mest umfatandi broytingarnar í orkuskipanini í Evropa.

Harvið góðkendi parlamentið eisini ætlanirnar hjá stjórnini at byggja nýggj kjarnorkuverk ístaðin fyri 10GW kjarnorkuna, ið verður fyribeind næstu 20 árini.

Nýggj kjarnorkuverk eru sostatt komin eitt stórt stig nærri, og hetta hevur elvt til stóra gleði hjá franska orkurisanum EDF, ið ætlar at byggja fýra EPR-reaktorar í Seizwell og Hinkley Point.

- Úrslitið váttar, at stuðulin til kjarnorku er varðveittur í Bretlandi eisini eftir Fukushima, sigur Vincent de Rivaz, aðalstjóri í EDF Energy í einum tíðindaskrivi.

Eisini varandi orku

Við góðkenningini av orkuætlanini, ið eisini umfatar varandi orkukeldur og gass, olju og kol, fáa bæði verkætlanarmennarar og ídnaðurin betri møguleikar at gera langtíðar íløgur, ið eru neyðugar, tí nú eru karmarnir fyri góðkenningarmannagongdunum í lagi.

- Alt ov ofta hevur planlegging drigið út og ført til seinkingar og himpr í sambandi við stórar neyðugar orkuverkætlanir, sigur Charles Hendry, orkumálaráðharri, í einum tíðindaskrivi.

Bretar skulu fram til 2050 skerja CO2-útlátini við 80 prosentum í mun til 1990 støðið. Hetta er ein ovurhonds stór uppgáva hjá Bretlandi, sum í dag telist millum londini við minst varandi orku í ES.

Bara á eløkinum skulu íløgur gerast upp á meira enn 100 miljardir pund næstu tíggju árini, stendur í ætlanini.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking