Bornholm fær heimsins fyrstu intelligentu elskipan

ES hevur játtað hálvtannaðhundrað miljónir krónur í stuðuli til at gera Bornholm til royndaroyggj fyri framtíðar intelligentu elskipanini.

Allir steinar eru nú ruddaðir av vegnum fyri, at Bornholm um fá ár fer at hýsa heimsins fyrstu virkandi intelligentu elskipan í fullari stødd.

Tað upplýsir Energinet.dk, eftir at ES júst hevur góðkent EcoGrid EU-verkætlanina.

Handan leiktjaldið standa 16 evropeiskir samstarvspartnarar og tritla í ótolni.

Heimsins fyrsta prototýpa

- Teir eru allir til reiðar at kasta seg yvir hetta spennandi arbeiðið, ið skal gera Bornholm til heimsins fyrstu fullkomnu prototýpuna upp á framtíðar elskipanina, sigur Kim Behnke, granskingarstjóri í Energinet.dk, sum hevur tikið stig til verkætlanina og saman við hinum samstarvspartnarunum stendur aftanfyri umsóknina til ES.

Intelligenta elskipanin á Bornholm tekur støði í meira enn 50 prosentum av varandi orku við serligum denti á vindorku, biomassa og sól. Fleksibul elnýtsla og automatiskt stýrd eltól verða partur av lívinum hjá bornholmarunum.

Lykke Friis, veðurlags- og orkumálaráðharri, er sera hugtikin av verkætlanini.

Brúk fyri meiri varandi orku

- EcoGrid EU er ein ótrúliga perspektivrík pilotverkætlan, har Bornholm verður royndaroyggj fyri framtíðar intelligentu elskipanini. Úrslitini fara ikki bert at kunna brúkast í Danmark og Evropa, men um allan heim. Vit hava brúk fyri eini intelligentari elskipan, ið skapar møguleikar fyri meiri vindorku og øðrum varandi orkukeldum. Til tess at fáa endarnar at røkka saman í framtíðini, er neyðugt at fáa øll í lokalu netunum at vera aktivar viðspælarar, júst sum talan er um á Bornholm, sigur Lykke Friis.

Á Bornholm verður 10. hvørt húsarhald við í EcoGrid EU-verkætlanini, sum eftir ætlan skal verða liðug á vári 2015. Tá verður oyggin før fyri at gagnnýta meira enn 50 prosent av varandi orku, eins og fleksibiliteturin hjá elkundunum av álvara verður ein aktivur partur av elskipanini. 

EcoGrid EU hevur eina samlaða játtan upp á 21 mió. evrur. Og ES hevur við góðkenning síni bundið seg til at veita 100 mió. kr. í stuðuli, sum svarar til meira enn helvtina av kostnaðinum, skrivar Energinet.dk.

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking