Bogi Wardum 30 ára starvsdag hjá SEV

Havnarmaður, búsitandi í Hoyvík, verið 30 ár í starvi hjá SEV.

Bogi Wardum hevði í gjár, 7. august, 30 ára starvsdag hjá SEV.

56 ára gamli linjuformaðurin á Havnarverkinum byrjaði sum linjumaður hjá SEV 17.oktober 1978. 1. september 1987 fór hann í starv hjá Nomatek, men vendi aftur til SEV 23. juli 1990 og hevur verið her síðani.

Havnarmaður og grindamaður

Bogi er havnarmaður, búsitandi í Hoyvík. Umframt at koma nógv út í náttúruna sum lið í starvi sínum, brúkar hann - sum tann góði innløgumaður, hann er - eisini stóran part av frítíð síni har. Sum grindamaður telist hann eisini millum teir knáu.

Nú luftlinjurnar hvørva ein fyri ein og jarðkaðalar verða lagdir ístaðin, er almenna starvsheiti hansara broytt til leiðandi montør.

Bogi er giftur við Sigrun, ið er ættað úr Syðrugøtu. Tey eiga tvey vaksin børn, Biritu og Róa. Hann eigur eisini eina dóttir, sum eitur Gunnvá.

Hiðani ynskja vit Boga Wardum hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum og alt tað besta framyvir!  


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking