Norðurlendski Veðurlagsdagurin í morgin, 11. november, verður hildin við eini røð av tiltøkum í øllum norðurlondum.
Norðurlendsku undirvísingarmálaráðharrarnir eru upphavsmenn til dagin, sum skal vera við til at økja um áhugan hjá børnum og ungum fyri veðurlagsspurninginum, upplýsir Norðurlandaráðið sambært danskenergi.dk.
Á Norðurlendska Veðurlagsdegnum 2010 luttóku túsundtals ung í einum veðurlagsátaki, har tey loystu ymsar uppgávur umvegis sms. Í ár er heimasíðan hjá Veðurlagsdegnum, klimanorden.org, snúningsdepilin um eina røð av interaktivum uppgávum og verkætlanaruppskotum.
Veður og mál í einum
Samstundis er Veðurlagsdagurin tengdur at einum norðurlendskum málátaki, ið skal økja um fatanina hjá ungum av donskum, norskum og svenskum. So meðan teir læra okkurt um veðurlagsspurningar, fáa næmingarnir eisini roynt mákunnleika sín.
- Eg haldi, at Norðurlendski Veðurlagsdagurin er eitt frálíkt dømi um ítøkiligt norðurlendskt samstarv, og vónandi luttaka nógvir skúlar í Norðurlendska Veðurlagsdegnum, sigur danski undirvísingarmálaráðharrin, Tina Nedergaard, sum í ár er formaður fyri norðurlendska stjórnarsamstarvið á útbúgvingarøkinum.