Bjarki og Mannbjørn 25 ár í starvi hjá SEV

Í dag hava Bjarki Johannesen, verkfrøðingur, og Mannbjørn Vang, maskinmaður, 25 ára starvsdag á SEV.

Tveir 25 ára starvsdagar eru á SEV í dag.

Tað var henda dagin fyri eini fjórðingsøld síðani, at Bjarki Johannesen, verkfrøðingur, úr Havn, og Mannbjørn Vang, maskinmaður, úr Miðvági, høvdu sín fyrsta starvsdag hjá SEV.

Og her hava teir havt sína dagligu gongd síðani.

Byrjaði sum verkfrøðingur á Bornholm

Bjarki Johannesen er byggiverkfrøðingur av útbúgving.

Eftir at hava lokið prógv á Danmarks Ingeniørakademi í mars 1978, fór hann í starv hjá byggifelagnum Phil & Søn í Nexø á Bornholm, har teir stóðu fyri eini havnarútbygging.

- Arbeiðið hjá mær var mest at fáast við linju- og hæddararbeiði umframt annað fyrifallandi, greiðir Bjarki frá.

Meðan hann var á Bornholm, hitti hann táverandi landsverkfrøðingin, Mikkjal Helmsdal, sum var komin at hyggja at havnararbeiðnum har.

Til SEV umvegis LV

- Ynskið hjá mær var at sleppa heimaftur til Føroya at arbeiða. Eg spurdi tí Mikkjal, um nakað arbeiði var hjá honum. Hann segði seg hava brúk fyri byggiverkfrøðingum og bað meg søkja. Eg so gjørdi, og tá havnararbeiðið í Nexø var liðugt fyrst í 1978, byrjaði eg hjá Landsverkfrøðinginum, sigur Bjarki, sum minnist, at hann fekk boð um at koma heim beinanvegin, tí brúk var fyri einum verkfrøðingi til vegarbeiði í Vágum.

- Eg arbeiddi hjá LV í útivið 7 ár. Arbeiðið har gjørdist sum fráleið ov einstáttað, og eg hevði hug til okkurt annað. Tá hitti eg Elias Davidsen, sála, sum eisini hevði arbeitt hjá LV, men sum í 1984 hevði fingið arbeiði sum projektleiðari fyri Eiðisútbyggingini hjá SEV. Hann hevði brúk fyri einum manni aftrat sær og bað meg søkja. Eg fekk positivt svar, og soleiðis kom eg 1. oktober 1985 í starv hjá SEV.

Bjarki Johannesen hevði eftirlit við Eiðisútbyggingini undir Eliasi Davidsen. Haraftrat hevði hann eftirlit við øllum bygningum og vatnorkuverkum hjá SEV.

- Hetta var eitt spennandi arbeiði. Talan var um nógv ta størstu verkætlanina í Føroyum tá í tíðini. Umrøðan var stór í fjølmiðlunum, og hon var ikki altíð positiv. Summi hildu, at verkætlanin var ov stórsligin, meðan onnur funnust at hæddini, ið arbeitt varð í. Persónliga haldi eg tó, at Eiðisverkið var og er ein skilagóð verkætlan við nógvari tilrenning og einari stórari vatngoymslu, ið sum er gevur meira enn 40 mió. kWt um árið, sigur Bjarki Johannesen.

Íðkar flogbólt og bridge

Bjarki er giftur Gunn (fyrr Samuelsen), úr Klaksvík. Tey eiga tvey børn og fýra ommu- og abbabørn. Í frítíðini dámar honum best at íðka motiónsflogbólt og at spæla bridge. 

  

-  Eg spæli flogbólt við felagnum Hugflog, sum bæði er fyri ung og eldri. Tá eg havi hug at spæla kort, leiti eg mær niðan í Bridgehúsið í Gundadli. Tíverri er luttakaratalið á báðum støðum minkandi. E

g haldi, at internetið hevur ein part av skyldini.

Nógv spæla bridge á netinum, og tað ger, at færri møta upp til bridgekvøldini, sigur Bjarki Johannesen, sum í vár fór um tey 60.                                                                                        

Miðvingur við stóra M

Mannbjørn Vang er miðvingur við stóra M. Hann er útbúgvin maskinmaður og sigldi fyrstu árini undir Føroyum og Grønlandi. Eisini var hann í langfarasigling.

Mannbjørn er sonur Albin Vang, sum var el-innleggjari og av og á arbeiddi fyri SEV í Vágum. Har mann Mannbjørn uttan iva eisini hava rætt eina hond, tá brúk var fyri tí. Sostatt kendi hann til arbeiðið í SEV, tá felagið bjóðaði honum fast starv fyri 25 árum síðani.

Hesa fjórðingsøldina hevur Mannbjørn tikið mong tung tøk fyri SEV í Vágum og Mikinesi, m.a. tá feilir hava verið og onkur linja er farin. Hann hevur eisini staðið fyri nýgerðini av øllum el-netinum í oynni, so ikki kann annað sigast enn, at hansara partur liggur ikki eftir.

Innløgumaður

Í frítíðini fæst Mannbjørn Vang við at røkta seyð og haga. Hann hevur í mong ár verið røktingarmaður í hagapartinum Tjørndalsegg. Eisini dámar honum væl at vera á floti, tá løtur eru til tess.

Mannbjørn er giftur Nicolinu (fødd Poulsen), úr Miðvági, og tey eiga fýra børn.

Hiðani ynskja vit Mannbirni Vang og Bjarka Johannesen hjartaliga tilluku við 25 ára starvsdøgunum í dag og alt tað besta í framtíðini!


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking