Danmark, Norra, Svøríki og Ísland skriva í dag undir eina avtalu í Reykjavik um at seta eina felags superteldu upp í Íslandi, har streymurin bæði er bíligur og CO2-vinarligur.
- Høgi kilowatttímaprísurin ber í sær, at útreiðslurnar at reka eina superteldu í Danmark svara til íløguna í hardware, sigur Rene Belsø, sum er leiðari á Dansk Center for Scientific Computing.
- Samanlagt fáa vit nógv meira fyri pengarnar við at seta supertelduna upp í Íslandi, har streymurin frá vatnorku og termiskari orku er bíligur, sigur hann við ing.dk.
Tey fýra londinin eru tí vorðin samd um at seta upp eina nýggja superteldu í miðalklassanum í Íslandi. Henda teldan kann sammetast við superteldurnar, ið frammanundan eru í Danmark.
Rene Belsø upplýsir, at Danmark rindar tvær miljónir krónur av samlaða kostnaðinum upp á uml. 7,5 miljónir krónur.
Ongir tekniskir trupulleikar
Skjótu fiburgrundaðu alnótasambondini millum Ísland og Skandinavia gera tað møguligt at seta supertelduna upp í Íslandi, sum verður umsitin av Thor Data Center í Reykjavik.
Rene Belsø roknar ikki við nøkrum sum helst tekniskum trupulleikum í hesum sambandi.
Outsourcing av superteldu-rokniorku til ein felags depil hjá fleiri londum er ongantíð roynd nakra staðni í heiminum áður.
- Tað er bara tí, at vit kenna hvør annan so væl her í norðurlondum, at hetta er møguligt, sigur Rene Belsø.
Hann oplýsir, at prátið um møguleikan fyri eini felags teldu tók seg upp fyri tveimum árum síðani.
Rene Belsø er vísur í, at var ein slíkur tanki birtur í nøkrum øðrum landi í heiminum, var hann skotin niður beinanvegin - bæði av starvsfólkaligum atlitum og strategiskum atlitum.
Ikki alt kann outsourcast
Um skipanin fer at rigga eftir ætlan, roknar hann við, at standard-telduútrokningarnar hjá donskum granskarum verða fluttar til Íslands í framtíðini.
Brúkararnir fara als ikki at merkja, um útrokningarnar verða gjørdar í Lyngby, Odense ella Reykjavik.
Rene Belsø sigur, at tað tó eru seruppgávur, ið krevja, at nært samband er millum teldudepilin og brúkararnar.
Slíkar útrokningar skulu framvegis gerast í Danmark - óansæð hvat streymprísurin er.