Í 2011 verður hildið fram við arbeiðnum at skapa betri og øktar karmar fyri, at varandi orkan alsamt kann økjast.
Miðast skal eftir, at elprísirnir verða so lágir sum gjørligt, samstundis sum veitingartrygdin verður so høg sum gjørligt.
Tað sigur Elveitingareftirlitið í ársfrágreiðing síni fyri 2009/2010.
Útboðið av vindorku skal endaliga avgreiðast, eins og arbeitt verður víðari við umsóknini hjá Røkt um vind- pumpuverkætlan í Heygadali í Vestmanna.
Nýggj øki til vind-og vatnorku
Hildið verður fram við at greina fyrimunir og vansar við orkuframleriðslu úr vindi og vatni, sæð úr einum búskaparligum sjónarhorni, samstundis sum egnaði øki skulu finnast til vindorku og møguliga vatnorku.
Kannað verður, hvussu framtíðar íløgur í vatn- og vindorku koma at ávirka elprísirnar, eins og møguligir nýggir framleiðsluhættir eisini verða kannaðir.
Neyðug fyrilit verða altíð tikin soleiðis, at veitingartrygdin ongantíð má koma í vanda, leggur Elevitingareftirlitið dent á.
Nýggj mál setast
Eftirlitið vísir á, at nevndu arbeiði verða í prinsippinum ongantíð liðug, men so hvørt úrslit verða nádd, verða nýggj mál sett.
Ítøkiligt prísmodell verður gjørt, sum saman við verandi verkum eisini skal lýsa, hvussu íløgur í nýggj framleiðsluverk - inntøku- og útreiðslugreining - koma at ávirka elprísirnar.
Onnur (afturvendandi) innsatsøki eru at meta um árligu fíggjarætlanirnar og roknskapirnar hjá elframleiðarum og netveitara (SEV). Arbeiðið við sundurgreinan av roknskapunum hjá SEV í framleiðslupart og netpart skal gerast liðugt.
Harumframt verður arbeitt við leypandi útbyggingartørvi í samráð við SEV, og at byggja upp samband við stovnar á eløkinum í grannalondunum.
Veðurlagspolitikkurin
Eftir áheitan frá Vinnumálaráðnum fer Elveitingareftirlitið at gera metingar um møguligar dagføringar/broytingar av elveitingarlógini.
Ein bólkur, umboðaður av Jarðfeingi, Vinnumálaráðnum og Elveitingareftirlitinum, arbeiðir í løtuni við spurninginum um, hvussu vit náa ásettu málunum í Veðurlagspolitikkinum í 2020.
Evni, ið bólkurin m.a. fer at taka upp, eru: framtíðar framleiðslumøguleikar, fíggingarviðurskifti innan elveitingarøkið, ognarviðurskiftini, nýtsluátøk (t.d. umlegging frá upphiting við olju til el, fremjan av elbilanýtslu, mál fyri minking av CO2 o.a.).
Kelda: Ársfrágreiðingin hjá Elveitingareftirlitinum fyri 2009/2010.