Hvør tekur sær av uppvaskinum? Hesin spurningur ljóðar dagliga í mongum heimum. Ella ljóðaði, er kanska rættari at siga, tí flestu húski hava í dag eina maskinu at taka sær av skitna arbeiðnum. Tó er ikki altíð, at maskinan er eins effektiv at fáa gløsini púra rein og at beina fyri matleivdunum á tallerkunum sum ein uppvaskibust.
Kanska ert tú ein teirra, ið umhugsar at skifta gomlu uppvaskimaskinuna út, tí hon brúkar ov nógvan streym ella ikki longur vaskar reint. Men hvat slag skalt tú so velja millum mongu møguleikarnar á marknaðinum?
Norska brúkararáðið hevur júst gjørt eina stóra kanning av uppvaskimaskinum, sum kann hjálpa tær at finna ta røttu.
Egg, spinat og havragreytur
Allar maskinurnar í kanningini eru orkuklassa A-merktar, og tær eru allar vorðnar útsettar fyri eini harðari skrá, har tær skuldu vaska tallerkar, gløs, koppar, gaflar og knívar við matleivdum á (eggum, spinati, tomatjuice, mjólk, te og havragreyti). Fyri at gera uppgávuna uppaftur krevjandi, vóru eisini plastskálir og grýtur stappaðar í ta fullu maskinuna. Summir lutir kunnu verða torførir at fáa púra turrar eftir uppvaskið.
Serfrøðingar mettu síðani um vaskiúrslitið - m.a. varð mett um, hvussu blankt, reint og turt ymisku maskinurnar megnaðu at gera uppvaskið - bæði á høvuðsprogramminum og á einum spari- ella økoprogrammi.
Allar maskinurnar í kanningini - burtursæð frá henni frá Ikea - hava ein skittsensor, ið málar, hvussu skitið innihaldið er. Kortini fær ongin besta karakter fyri vaskiúrslitið.
Og vinnarin er...
Siemens vaskar seg til fyrstaplássið við einum góðum vaskiúrsliti og lítlari nýtslu av vatni og streymi. Maskinan eitur Siemens SN45M203SK og er sædd á netinum í ymiskum nethandlum fyri 4.350 kr.
Miele, sum vanliga gongur fyri at gera tær bestu hørðu hvítvørurnar, hevur tvær uppvaskimaskinur við í kanningini, og tær standa seg báðar vánaligari enn vinnarin. Vaskiúrslitið er ikki so sannførandi, og tær brúka báðar meira streym og vatn.
Maskinurnar frá Ikea og Electrolux liggja í botninum. Ikea-maskinan hevur ikki nakað øko- ella spariprogramm, men vaskar væl á høvuðsprogramminum. Og Electrolux-maskinan setur vatndropar og fuktmerki á uppvaskið. Felags fyri tær báðar maskinurnar er, at tær brúka langa tíð um uppvaskið - útivið tveir tímar. Tá er nógv skjótari at brúka uppvaskibustina og fáa uppvaskið av vegnum við handamegi, sjálvt um tað ikki loysir seg fíggjarliga. Nútímans uppvaskimaskinur brúka nevniliga nógv minni streym og vatn enn ein skuldi trúð, sigur norska brúkararáðið.
Síggj alla kanningina á Forbruker.no