Battarískip kunnu gerast framtíðar alduverk

Skip, útgjørd við alduverkum, kunnu vísa seg at vera bíligasta loysnin at umgera alduorku til el.

Í framtíðini kann tað vísa seg, at skip - útgjørd við battaríum - eru bíligasta loysnin at fáa orku úr aldum. Andre Sharon á Boston Universiteti vísir á, at skipini mótsatt vanligum alduverkum ikki skulu bindast við kaðalum í elnetið á meginlandinum.

At sleppa undan hesum hevur týdning fyri, at alduorka skal loysa seg. Sjókaðalarnir kosta vanliga meira enn 500.000 dollarar fyri hvønn kilometur ella meira enn 2,5 mió. kr. fyri kilometurin. Kaðalarnir standa sostatt fyri einum munandi parti av samlaða kostnaðinum av einum alduverki, skrivar New Scientist.
Andre Sharon ímyndar sær, at skipini sigla til eitt hóskandi stað, har tey liggja fyri akkeri inntil battaríini eru lødd, og síðani koma aftur til lands og avhenda streymin frá battaríunum til elnetið.
50 metrar long skip

Tey 50-metrar longu skipini skulu eftir ætlanini taka ímóti orkuni frá aldunum umvegis boyur, ið eru bundnar í malandi stengur á skipssíðunum. Aldurnar fáa á henda hátt boyurnar at røra seg, sum aftur fáa stengurnar at mala og harvið dríva ein generator. Ætlanin er, at battaríini skulu hava eina orku upp á umleið 20 megawatt-tímar, og Andre Sharon ímyndar sær, at skipini brúka 20 tímar um at løða battaríini.

Fyribils hevur Andre Sharon roynt seg fram við eini prototýpu, sum hann hevur gjørt við einum 3D-printara í einum aldutanga. Hann roknar við, at alduskipini kunnu gera streym fyri 0,15 dollarar fyri kilowatt-tíman ella umleið 0,77 oyru. Til sammetingar kostar orka frá verandi alduskipanum umleið fýra ferðir so nógv, skrivar New Scientist.

Millum aðrar fyrimunir við skipunum verður nevnt, at tey mótsatt vanligum alduverkum ikki nýtast at vera bygd til at standa seg ímóti illveðri, tí skipini kunnu liggja undir landi í vánaligum veðri.

Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking