Batnandi finskur búskapur økir elnýtsluna

Vaksandi framleiðsla í ídnaðinum er beinleiðis orsøkin til vøksturin í elnýtsluni.

Finski búskapurin er um at koma fyri seg aftur eftir nøkur rakár við stórari afturgongd.

Hetta sæst nú aftur á elnýtsluni, sum júst er gjørd upp fyri 2010, skrivar danskenergi.dk

Ídnaðurin eigur vøksturin

Elnýtslan vaks 5,6 pst. í fjør, og tað er serliga vaksandi framleiðslan í ídnaðinum, sum er beinleiðis orsøkin til vøksturin í nýtsluni.

Eftirspurningurin eftir el frá ídnaðinum vaks 10,6 pst. í 2010.

Enn vantar tó eitt sindur í, áðrenn eftirspurningurin er komin upp á sama stig aftur, sum finski ídnaðurin var á undan kreppuni. Í teimum "glaðu døgunum" undan kreppuni var elnýtslan 10 pst. hægri enn í 2010. 

 


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking