Avtala undirskrivað um fleiri streymkaðalar í Norðsjónum

Nýggja orkunetið á sjónum fer at knýta Norra uppaftur tættari at einum felags evropeiskum orkuneti.

Norski orkumálaráðharrin Terje Riis-Johansen hevur í dag skrivað undir eina avtalu í Brüssel um nýggjar motorvegir fyri streym millum Norra og Evropa.

Norra luttekur nú formliga í sokallaða "Norðsjóvarátakinum", ið hevur til endamáls at teppileggja Norðsjógvin við kaðalum til tess at gera tað møguligt at skifta vindorku út við vatnorku, tá ongin vindur er.

Hetta netið fer at kosta hundraðtals miljardir krónur, skrivar Teknisk Ukeblad.

Felags orkumarknaður

Nýggja orkunetið á sjónum fer at knýta Norra uppaftur tættari at einum felags evropeiskum orkuneti.

Hóast henda ætlanin ikki verður veruleiki í bræði, er tað umráðandi, at myndugleikar og ábyrgdarhavandi á orkuøkinum í teimum ymsu londunum, hava eitt gott samstarv, so vit fáa eina samskipaða og effektiva menning av einum neti á sjónum, sigur Terje Riis-Johansen í einum tíðindaskrivi.

Arbeitt verður eisini við ætlanum, ið skulu lætta um at fáa nýggjar sjókaðalar góðkendar, og fyri at lætta uppaftur meira um handilin við streymi um landamørk.

Soleiðis fer elnetið í Norður-Evropa at síggja út í 2020, stendur tað til norska orkumálaráðharran og ES-orkukommisserin.

14.000 megawatt av sjóvindi

Feløgini, ið umsita elskipanirnar í londunum í Norður-Evropa, hava ígjøgnum felagsskapin Entso-E lagt stórar ætlanir fyri útbyggingina av kaðalum og ravmagnsnetinum næstu tíggju árini.

ES-nevndin leggur dent á, at 140 gigawatt (GW) av sjóvindi skulu knýtast uppí verkætlanina, og tað fegnast evropeiski vindídnaðurin stórliga um.

- Hetta er ein sera týdningarmikil táttur í avtaluni og fyri ætlanina at skipa ein felags evropeiskan orkumarknað, sigur Christian Kjær, stjóri í evropeiska vindorkufelagsskapinum EWEA í einum tíðindaskrivi.

Neyvan líka dýrt

Í Norra stúra summi fyri, at henda ætlanin fer at bera í sær, at elprísirnir í norðurlondum fara at hækka munandi.

Men útflutningskapasiteturin hjá Norra verður neyvan somikið stórur, at grund er hjá norðmonnum fyri at stúra fyri líka høgum prísum sum í Evropa, sama hvussu nógvir kaðalar verða bygdir. Tað sláa ráðgevandi feløgini Econ Pöyry og Thema Consulting Group fast í eini frágreiðing, sum tey hava gjørt fyri felagsskapin hjá norðurlendsku orkufeløgunum, Nordenergi.

- Við væntaða orkuyvirskotinum fara norðurlendsku elprísirnir at vera lægri enn prísirnir á meginlandinum, sjálvt um vit økja kaðalkapasitetin munandi millum norðurlondini og restina av Evropa, skrivar Econ Pöyry í frágreiðingini.

Nevndir verða fýra møguleikar í frágreiðingini. Tríggir av hesum vísa eitt munandi orkuyvirskot í norðurlondum. Fremja politikararnar orkupolitikkin, teir hava lovað, verður yvirskotið í norðurlondum heili 46 TWh eitt vanligt ár frá ár 2020 at rokna, stendur í frágreiðingini.

Munurin í streymprísinum millum ymsu møguleikarnar er stórur, úr 29-76 evrum fyri megawatttíman (MWh) í 2020, og úr 60-89 evrum/MWh í 2030 (svarar til 23-61 oyru/KWh og 48-71 oyru/KWh eftir dagsins evrukursi). Í hesum tølunum er ikki íroknað elavgjald og netleiga, sum eisini fara at hækka næstu tíggju árini sum avleiðing av øktari útbygging av elnetinum.

Ikki á evropeiskum støði

Ongin av møguleikunum í frágreiðingini ber í sær, at norskir brúkarar fáa hægri streymprísir enn evropeisku streymkundarnir.

- Vit innflyta ikki prísir av meginlandinum til norðurlond í nøkrum av møguleikunum, sjálvt um prísstøðið í øllum marknaðarumráðnum verður nógv ávirkað av drívevnis- og CO2-prísum.

Í ringasta føri kunnu norðurlond fáa eitt orkuundirskot uppá 7 terawatttímar (TWh) í einum vanligum ári eftir 2020, skriva Econ Pöyry og Thema. Tað fer at hava við sær somu elprísir sum á meginlandinum.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking