Arbeiðsloysið millum danskar elektrikarar burtur

Innleggingarfyritøkurnar hava sett nógv fleiri elektrikarar í starv enn undanfarnu tvey árini.

Inleggingarfyritøkurnar í Danmark seta alsamt fleiri elektrikarar í starv.

Í veruleikanum er talan um eina tvífalding samanborið við 2009, vísir ein arbeiðsorkukanning, sum felagið hjá innleggjarunum,Tekniq, hevur gjørt.

Í apríl 2011 varð bert ein meðarbeiðari sagdur úr starvi, hvørja ferð tríggir vórðu settir í starv. Hetta svarar til, at fyritøkurnar settu 5,3 nýggjar meðarbeiðarar í starv fyri hvørji 100 fólk í starvi.

Í  apríl í fjør vórðu nýsettir 3,8 mans fyri hvørjar 100 meðarbeiðarar, meðan tað í apríl 2009 bert vórðu nýsettir 2,5 mans fyri hvørjar 100 meðarbeiðarar.

Sama gongdin hevur gjørt seg galdandi á lærlingaøkinum.

Gongur rætta vegin

- Myndin av arbeiðsorkustøðuni í vinnuni samsvarar væl við úrslitini í marknaðarhagtølunum, sum siga, at vinnan fer at hava ein lítlan vøkstur í umsetninginum í bæði 2011 og 2012. Vit skulu tó fram til 2013, áðrenn vit av álvara kunnu trúgva uppá, at vinnan fer at fáa ein munandi vøkstur, sigur Klaus Mosekjær Madsen, búskaparráðgevi hjá Tekniq.

Fleiri onnur viðurskifti í kanningini benda á, at innleggingarvinnan er komin burturúr ringasta partinum av kreppuni, hóast 2011 framvegis kann gerast eitt trupult ár at koma ígjøgnum hjá mongum fyritøkum. T.d. er talið á fyritøkum, ið hava sagt fólk úr starvi í apríl, fallið úr 25 prosentum í fjør til 17 prosent í ár.

Vænta kapping um arbeiðsmegi

Longu um tvey ár kann tó kapping fara at taka seg upp um arbeiðsorkuna, tí uppsøgdu meðarbeiðararnir fáa skjótt arbeiði aftur innan aðrar vinnugreinar.

- Tað kann gerast ein stór avbjóðing at fáa nøkur av hesum fólkunum aftur, sum eru farin úr innleggingarvinnuni í kreppuárunum. Hetta kann hava við sær trot á arbeiðsmegi, sum kann gerast verri enn tað, vit upplivdu í 2007 og 2008, sigur Klaus Mosekjær Madsen í eini viðmerking til uppgerðina.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking