Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu- og elveitingarmálum, fer nú at seta ein arbeiðsbólk at viðgera framtíðar elframleiðslu í Føroyum.
Hetta var úrslitið av einum fundi, sum landsstýrismaðurin var vertur fyri herfyri.
Umframt landsstýrisfólkini í vinnu- og innlendismálum vóru umboð fyri SEV, Røkt, Fjarhitafelagið, Jarðfeingi og Elveitingareftirlitið við á fundinum.
Nú og í framtíðini
Á fundinum legði Kári Mortensen á Jarðfeingi fram uppskot til eina ætlan, sum skal røkka málunum í veðurlagspolitikkinum fyri framleiðslu av el úr varandi orkukeldum.
Sambært tíðindaskrivi frá vinnumálaráðnum snúði framløgan seg um, hvat ið gerast kann á hesum øki her og nú og hvørjar loysnir eru hugsandi í framtíðini.
T.d. vísti Jarðfeingi á ítøkiligar møguleikar at framleiða el úr vindi til útflutnings við kaðali til Evropa. Jarðfeingi metti, at hetta avgjørt eigur at verða kannað nærri.
Hesar eru loysnirnar
Sambært framløguni eru loysnirnar, ið setast kunnu í verk í nærmastu framtíð (1-5 ár), hesar:
Loysnir, ið kunnu setast í verk seinni (5-10 ár), eru:
Breið semja var um, at alneyðugt er, at vit í Føroyum standa saman um risa avbjóðingina at flyta elframleiðsluna frá olju til varandi orkukeldur.
Niðurstøðan á fundinum var, at ein arbeiðsbólkur skal setast við umboðum fyri allar partar at viðgera hesi viðurskifti nærri.