Energinet.dk og kaðalveitarin NKT Cables gjørdu 24. august sáttmála um heimsins longsta AC-sjókaðal. Kaðalin skal flyta streym frá 400 MW havvindmylluparkini út fyri Anholt.
Hetta er fyrstu ferð, ein veksilstreymssjókaðal verður bygdur við einum spenningsstigi á 245 kV. Tann 25 km langi sjókaðalin fer at hava ein diametur á 26 sentimetrar og skal vera klárur at flyta elektrisitet í 2012.
Kaðalar fyri miljardir
Sjókaðalin til Anholt, sum er mettur at kosta 1,32 miljardir krónur, er bert ein í røðini av fleiri kaðalverkætlanum í Danmark.
Av teimum íalt 250 km veksilstreymskaðalunum á 400-500 kV, ið finnast í heiminum, er umleið ein triðingur í Danmark (2008).
Longsti 400 kV AC-kaðalin í Danmark í løtuni er 20 km langur og liggur í Keypmannahavn, meðan heimsins longsti á 40 km liggur í Tokyo.
Havvindur
Stóra havvindmylluútbyggingin í Danmark hevur við sær øktan tørv á útbygging av 200-400 kV sjókaðalum.
Aftrat hesum kemur politiska ynskið um, at allar nýggjar og verandi 132- og 150 kV-háspenningsmastrar skulu leggjast sum kaðalar í jørðina. Í Danmark eru 600 km av 132- og 150 kV-netinum kaðallagt, og ein triðingur av lokalu netunum á 30-60 kV er lagdur í kaðal. Mestsum allar streymleiðingar á lægri spenningsstigum eru kaðallagdar.
Samanlagt verður roknað við, at kaðalleggingin í Danmark fer at kosta danska samfelagnum stívliga 20 miljardir krónur, harav umleið seks miljardir fara til útbygging av 400 kV-netinum.
Hetta er umleið fýra ferðir so dýrt sum ein tilsvarandi útbygging við luftleidningum.