Í dag, 1. august, eru 25 ár liðin, síðani Anders Nedergaard-Hansen sum 36 ára gamal kom í starv hjá SEV.
Anders er dani og útbúgvin sum maskinmeistari.
Hann byrjaði sítt lívsstarv hjá SEV á Fossáverkinum henda dagin í 1986. Hann og føroyska kona hansara, Andrea (Waagstein), og sonurin, Knud, vóru stutt frammanundan flutt til Vestmanna úr Aarhus.
Anders hevði frammanundan m.a. siglt sum maskinmeistari í danska handilsflotanum og við donskum rækjutrolarum undir Grønlandi.
Verkmeistari og síðani deildarleiðari
Anders var verkmeistari á Fossáverkinum í nøkur ár, áðrenn hann í 1990 tók við starvi á framleiðsludeildini hjá SEV á høvuðsskrivstovuni í Havn. Tá flutti hann og familjan eisini til Havnar.
Í 2008 varð Anders settur sum deildarleiðari fyri framleiðsludeildina, har hann m.a. hevur ábyrgdina av øllum framleiðsluverkunum hjá elfelagnum kring landið.
Í frítíðini er Anders familjumaður burturav, og í næstu viku fara hann, konan og sonurin (sum í dag býr í Danmark) á eina spennandi ferð til USA, har tey ætla vitja í trimum statum, áðrenn tey venda heimaftur fyrst í september.
Hiðani ynskja vit Anders Nedergaard-Hansen hjartaliga tillukku við 25-ára starvsdegnum og alt tað besta framyvir!