Amerikanskar vindmyllur skulu gerast í Danmark

Siemens skal standa fyri uppsetingini av eini stórari sjóvindmyllupark í USA við 130 myllum. Turbinurnar skulu gerast í Danmark.

Amerikonsku myndugleikarnir hava loksins góðkent ætlanirnar um eina stóra sjóvindmyllupark út fyri Cape Cod. Hetta fer at geva arbeiði til donsku starvsfólkini hjá týska vindmylluframleiðaranum Siemens.

- Vit hava júst fingið at vita, at vit skulu standa fyri arbeiðnum. Nú vantar bert síðsta undirskriftin, sigur Rasmus Windfeld, kunningarleiðari hjá Siemens í Danmark, við Ritzau-tíðindastovuna.

Verkætlanin fevnir um 130 sjóvindmyllur og fer at geva teimum umleið 3.000 Siemens-meðarbeiðarunum í Brande nógv arbeiði, tí tað er her, tær mongu turbinurnar skulu gerast.

- Vit eru fegin um góðkenningina. Hetta kemur væl við hjá býnum, sum er høvuðsstøð okkara fyri frálanda-vindmyllur, sigur Rasmus Windfeld.

Mugu brynja seg við toli

Hann veit ikki enn, nær bíleggingin verður endaliga undirskrivað, so arbeiðið við turbinunum kann fara í gongd.

Amerikanska sentatið góðkendi í gjár ætlanina um at byggja landsins fyrstu sjóvindmyllupark, sum skal setast upp nærindis Cape Cod, ið er eitt væl umtókt frítíðarpláss í statinum Massachusetts.

Partar av vindmyllunum skulu gerast í Danmark. Haðani skulu teir flytast til nakrar millumstøðir í USA við amerikonskum fraktskipum.

Síðani skulu serútgjørd skip flyta myllurnar til farvatnið út fyri suðurstrondini av Cape Cod, har tær verða settar upp.

Arbeiðið við vindmylluverkætlanini byrjaði longu í 2001.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking