Amerikanari ætlar at gera el-bilar í Danmark

Hevur hetta seinasta árið royndarkoyrt fimm bilar á Bornholm.

Ein grønur amerikanskur íleggjari hevur ætlanir um at gera el-bilar í Danmark.

Terry McAuliffe, ið er virkin demokratur og hevur verið við í valstríðnum hjá hr. og frú Clinton, sigur, at hann hetta seinasta árið hevur royndarkoyrt fimm bilar á Bornholm - tríggjar hybridbilar og tveir elektriskar.

- Eg fór til Kina og keypti eina fyritøku, sum ger el-bilar, og flutti hana til USA. Tað er helst ongantíð hent fyrr. Fyrstu bilar okkara verða lidnir í juli í ár, og marknaður okkara er Kina, USA og Evropa við Danmark sum brúgvarhøvdi, segði Terry McAuliffe eftir ein fund við Lars Løkke Rasmussen forsætisráðharra á donsku sendistovuni í Washington sambært Jyllands Posten.

Danmark framsøkið land

Sum eigari av fyritøkuni GreenTech Automotive roynir Terry McAuliffe at fáa sær strategiskar partnarar í Danmark at standa fyri framleiðsluni. Danmark er áhugavert, heldur amerikanarin, tí landið hevur ein framsøknan orkupolitikk og tí at elektriskir bilar í Danmark fyribils fram til 2015 eru frítiknir fyri dýr bilavgjøld.

- Av øllum evropeiskum londum bjóðar Danmark okkum bestu møguleikarnar. Brúkararnir vilja fegnir keypa el-bilar, vit halda okkum hava bestu tøknina, og tað er áhugavert fyri øll, legði Terry McAuliffe dent á, hóast hann var vónsvikin av, at Danmark ikki sum onnur lond bjóða íleggjarum ókeypis byggilendi og aðrar fíggjarligar fyrimunir.

Verksmiðja longu klár

Fyritøkan hevur longu bygt eina verksmiðju í Missisippi til fyrsta el-bilin, sokallaða MyCar, ið kann koyra millum 110 og 130 km upp á eina løðing heima í stikkkontaktini. Hinar fýra útgávurnar skulu byggjast á eini aðrari verksmiðju.

- Flestu fólk koyra ikki meira enn 130 km um dagin. Hetta er ikki fyrsti bilurin hjá einum húski, men kanska annar ella triði, sigur Terry McAuliffe.


Hjálp okkum at gera síðuna so góða sum gjørligt - send okkum hugskot ella viðmerking
Send viðmerking