Spæl millum fleiri gentur fekk ein dramatiskan enda, tá ein teirra klatraði upp í eina háspenningarmastur og fekk 60.000 volt ígjøgnum seg.
Álvarsama óhappið hendi í Esbjerg leygardagin.
Sambært Jydske Vestkysten klatraði tann 10-ára gamla gentan uppum hegnið uttanum eina transformatorstøð fyri at heinta ein bólt, ið fór uppum hegnið.
Tá hon síðani fór upp í eina háspenningarmastur og rørdi við ein leidning, fekk hon 60.000 volt ígjøgnum seg.
Samstundis ljóðaði eitt buldur, sum var somikið hart, at grannarnir runnu til hjálpar.
Illa brend
Gentan varð illa brend um allan kroppin. Hon fekk hjartasteðg, men til alla lukku eydnaðist ambulansufólkunum at fáa lív í hana aftur.
Stoyturin var somikið harður, at eldur kom í jakkan hjá gentuni. Hon datt niður á jørðina fyri eygunum á hinum skelkaðu børnunum.
Øll børnini búgva tætt við transformatorstøðina, og foreldur teirra hava ferð eftir ferð greitt teimum frá, at tað var lívshættisligt at fara inn hagar. Kortini hava tey fleiri ferðir spælt í umráðnum, hava tey greitt løgregluni frá eftir álvarsama óhappið.
Gentan varð flogin við tyrlu á brunadeildina á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn.
Helst var tað forvitni, ið fekk gentuna at klatra upp í mastrina og røra við leidningin, sigur løgreglan við Ritzau-tíðindastovuna.
Hon er nú uttanfyri lívsvanda.